Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eitt legendariskt rokkshow á Voxbotn’26 við Ugly Kid Joe

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.11.2025 - 21:35 Mentan Tíðindaskriv

Orkumikli, provokerandi og ironiski 90’ara hard-rokkbólkurin Ugly Kid Joe kemur at sameina humor, tyngd og rokksjarmu í Vágsbotni 27. juni 2026.

 

 Legendariski bólkurin varð stovnaður í Kalifornia í endanum av 80’unum. Vit kenna hittini “Everything About You” og “Cats in the Cradle”, ið gjørdist teirra gjøgnumbrot fyrst í 90’unum. Kendur fyri sín humoristiska og provokerandi stíl, hevur bólkurin ígjøgnum øll hesi árini veruliga staðfest seg á altjóða tónleikapallinum, við fleiri platin-váttaðum útgávum og hittum.

Ugly Kid Joe hevur selt yvir 4,49 milliónir album kring allan heimin, harav teirra mest selda album, “America's Least Wanted”, seldi yvir 2,39 milliónir eintøk.

Tónleikurin, ið bólkurin spælir, fevnir um eina røð av rokk-sjangrum og er vorðin ein fastur partur av rokk tónleikasøguni. Í 2010 sameindist bólkurin aftur, eftir at hava verið hvør sær í áleið 13ár.

 Í 2015 kom bólkurin aftur á breddan við útgávuni “Uglier Than They Used ta Be”, og í 2022 fylgdi hann upp við “Rad Wings of Destiny”.

Ugly Kid Joe ferðast í løtuni kring Evropa við teirra tónleiki og konsertummælini av Ugly Kid Joe lýsa teirra orkumiklu, stuttligu og tætt samanspældu framførslur, har nostalgi verður blandað saman við nýggjari tilfar.
Ummælarar rósa pallframførsluni hjá bólkinum, skemtingasemi teirra og sterku tónlistarligu dygdini. Serliga er tað gittarspælið og karismatiski forsangarin, Whitfield Crane, ið fáa stórt rós á nýggjastu konsertunum.

Tey rósa ofta bæði klassisku hittunum, „Cats in the Cradle“, og nýggju løgunum av útgávuni Rad Wings of Destiny, og vísa á, hvussu væl bólkurin svingar og dugir at skapa eina stuttliga og minniliga uppliving.

Tað verður ein sonn legendarisk orka, ironi og rokk á OY Voxbotn 2026.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ