Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rottangatøming á Kalsoynni

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  15.11.2025 - 07:21 Tíðindi

Mánadagin 17. november fer reinsitænastan hjá IRF at tøma rottangar á Kalsoynni. Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið vit koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

 

Mánadagin 17. november fer reinsitænastan hjá IRF at tøma rottangar á Kalsoynni.

Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan. Harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

IRF heitir á fólk um at tryggja:

  • at tangin er lættur at koma til
  • at tað er grivið væl frá rundan um lokið
  • at lokið er væl fest, men lætt at loysa
  • at lokið er trygt og heilt
  • at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta á www.irf.fo/rottangatoming/

Reglugerðin sigur harumframt, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum