Krafta sær stórt potentiali fyri vøkstri
Norðlýsið hevur sett Róa Kalsø, øðrum av stjórunum báðum í fyritøkuni Krafta, ið er ein lutfalsliga nýggjur aktørur á føroyska oljusølumarknaðinum, stevnu, og hann greiðir frá ómetaligari vælvild frá Sjóvar kommunu, eins og fyri visiónunum fyri vøkstri, har Krafta serliga sær eitt potentiali í at kunna veita til grønlendskum, íslendskum og norskum skipum, umframt cruiseskipum og herskipum, sum talið av ikki tykist at minka.
(Grein úr blað nr. 9)
Vit spyrja Róa um málsetningin hjá Krafta og geva honum orðið: – ”Málsetningurin hjá Krafta er í fyrstu atløgu at fóta sær í heimligu kappingini, síðani sjálvandi at vaksa um virksemi. Tað eru góðir møguleikar fyri hesum, tí enn eru stórur partur av marknaðinum, sum fyri okkum, sum enn eru púra ótroyttir. Skipaferðslan við Føroyar tykist at vaksa, eitt nú leggja sera nógv íslendsk, norsk og grønlendsk skip leiðina framvið. Ongin gleðir seg um ófriðin í heiminum, men tann støðan ger, at her eisini koma mong grá skip (herskip, blðm.), og tykist tað at blíva meira og meira av tí. Lokatiónin hjá okkum á Hulki er ordiliga góð, og her eru rættiliga góðar umstøður hjá skipum at liggja”, greiðir Krafta-stjórin frá, og heldur fram:
– ”Vit hava eisini umstøður til, at eittnú útlendsk ferðamannaskip komu inn higar. Í Runavík er neyðugt at bunkra við bilum, um talan er um cruiseskip, og tað er júst tað sama í Ánunum og í Tórshavn, meðan vit tá í so máta liggja betur fyri. Hartil kemur sjálvsagt offshore-vinnan beint sunnan fyri sjómarkið, og hon er stór. Her á Hulki er gott hjá skipum hjá offshore-vinnuni ella frálandavinnuni at koma inn at liggja óforstýrað og bunkra, proviantera, skifta manning og so víðari”, sigur hann. Okkurt slíkt risaskip hevur longu verið á Hulki tvær ferðir fyrr í summar, og letur bæði manning og reiðarí væl at umstøðum og tænastustøði.
Lokalsamfelagið nógv at siga
Spurdur um hvussu kundarnir finna fram til Krafta, svarar Rói: – ”Tað er eitt sindur munn-til-munn í løtuni, men ætlandi verður farið í gongd við ymiskt uppsøkjandi arbeiði sum frálíður, her serliga verður tá hugsað um útlendsk skip. Vit hava jú ikki verið í gongd so leingi, og eru tað tískil ymisk viðurskifti og atlit, sum skulu optimerast, áðrenn vit víðka um virksemi. Sjóvar kommuna hevur víst sera stóra vælhild, og tá bæði vit og kommunam hava ein eyðsýndan áhuga í at økja um skipaferðsluna inn á Hulk, so er avgjørt ikki óhugsandi, at vit í felag fara undir ávís marknaðarfremjandi átøk, sigur Rói, og heldur fram:
– ”Tað gevur eina synergieffekt, tá vit kunnu gera eitthvørt saman við Sjóvar kommunu, hetta kann t.d. vera cruisemessur og onnur vinnuátøk, har vit hava ein felags profil og áhugamál. Vit á Krafta hava sambond við rættiliga nógv góð fólk, sum vit kunnu dúva uppá, og saman við Sjóvar kommunu kunnu vit gera ymisk spennandi og mennandi a´tøk”, sigur hann, og leggur afturat, at tað fer tó at ganga nakað av tíð, áðrenn ítróttarfólk fara at bera Krafta-búmerkið á bringuni:
– ”Vit hava longu fingið umsóknir um at gerast sponsorar, og hava vit játtað okkum til tvey smærri sponsorat, ið bæði eru í lokal samfelagnum á vestara armi á Skálafjørðinum. Men áðrenn tað kann gerast í stórum formati, er støðan jú tann, at fyrst mugu koma pengar inn í kassan, áðrenn vit kunnu játta pengar út úr kassanum. At vit so kortini sponsorera hesi bæði ítróttarfeløgini er mest tí, at vit halda, at fyritøkur eiga at gera nakað gott fyri lokalumhvørvið, har tær liggja. Her eru ikki so nógvar aðrar fyritøkur í økinum, og tí hava vit valt at stuðla – tað er fyri at geva eitt sindur aftur til lokalsamfelagið”, sigur Rói Kalsø, annar av stjórunum í Krafta, at enda.