Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í kalda høgættarrákinum hevur loftið verið klárt í støðum. Nógv fólk hava sæð norðlýsi, og nógvar góðar myndir eru tiknar. Hendan myndin er tikin leygarkvøldið á Signabø. Sólstormar eru nógvir fyri tiðina, og í gluggaluftini er sýnið gott. Í kvøldunum og nætunum, sum koma, fer eisini at bera til at síggja norðlýsi, har tað er klárt. | Mynd: Martina Sørensen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.11.2025 - 13:58 Tíðindi Veðrið

Kalda veðrið fer at liggja í nakrar dagar afturat. Hósdagin fer ættin at lækka, og so verður lýggjari og vátari. Besti dagur til vind er helst í morgin – mánadagin. Tá er bert eitt lítið lot; hinar dagarnar eitt sindur meira vindur. Ikki nógv avfall, og tað sum vit fáa, er kavi, til komið er fram ímóti vikuskiftinum. Tá fer at regna nokkso nógv.

Lágtrýstið, sum er motorurin aftan fyri alt hetta, er langt vekk. Tað liggur yvir Botnisku víkini og fær kalda luft at reka av leiðini við Norðurgrønland allan vegin til okkara og suðurum. Hósdagin kemur órógv í mynstrið, og so fara lágtrýst at ganga norðureftir ímillum Grønland og Ísland. Tá fer nakað væl lýggjari og slavnari luft at reka ímóti okkum sunnaneftir.  

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Fyrrapartin minkandi vindur av útnyrðingi úr einum loti til frískt lot, 3 til 8 m/s, niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Tá líður á seinnapartin hækkar hann upp í norðan, og tað verður okkurt kavaælið norðanfyri. Um náttina frísdkur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, samdrigið og kavi. Hitin úr 1 stigi undir frostmarkinum upp í 4 stig. 

Týsdagin:

Frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, skýggjað og kavi ella kavaæl. Hitin úr 2 stigum undir frostmarkinum upp í 3 stig oman fyri frostmarkið.

Mikudagin:

Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, smdrigið og kavi. Um kvøldið og náttina minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og sum frá líður slítur í. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

Hósdagin:

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og turt. Fyrrapartin gongur hann vesturum og niður í útsynning, og sum frá líður hann hann at veksa vindin upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, tað dregur á luftina, og um kvøldið fer at regna. Hitin um dagin millum 2 kuldastig og 3 hitastig; um kvøldið náttina upp í 7 stig.

Fríggjadagin:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og regn ella ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Halda knøini til toppdystin sunnudagin?
Nei til muslimskan depil í Føroyum
Vármarknaður á Fossánesi
Føroyar – eitt paradís fyri ung og barna…
Beinrakin Búskapur
Tey sum bera umsorgan­ina í Føroyum
Trygd og Trivnaður
Flokkar­nir á fundi við MEGD
Enn ein áminning. NÚ ræður um at vakna –…
MEST: Avlop á 28,8 milliónir krónur afta…
Daniel Johansen: - Eg føli meg orduliga…
Eirikur: - Eg vóni vit fáa sjey tingfólk…
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Byrgingar eru eisini samferðsla!
Kvinnur­nar spæla VFF Cup finalu í kvøld
Útisiglarar vaksa ikki í havinum
Valfundur á TSK, við umboðum frá politis…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt