Russarasáttmálin og kenslulig impulsstýring
Fyrst og fremst sakni eg fakta og fakligheit í hesum máli, men eg sakni sanniliga eisini orku, vilja og kraft frá vinstravenda meirilutanum í Klaksvíkar býráð, nú vælferðargrundarlagið í lokalsamfelagnum er í vanda
Tað varð nevnt í Degi og viku fyrr í vikuni, at vinnulívsmenn eru bangnir. Eg má bara staðfesta, at tað eri eg eisini – eg eri bangin!
Eg eri ikki bangin fyri russum ella njósning – eg eri bangin fyri maktini hjá landsstýriskvinnuni í uttanríkis- og vinnumálum at handla við kensluligari impulsstýring.
Við ógrundaðum og vandamiklum revsitiltøkum mótvegis ávísum russiskum reiðaríum, verður samhandil og fiskivinnusamstarvið við Russland sett í veð.
Vit – og vit eru ikki so fá – ið undrast á sitandi stýrið og ikki minst meirilutan í uttanlandsnevndini og landsstýriskvinnuna sjálva. Vit undrast og øtast, ikki tí vit IKKI fyrihalda okkum til kríggi í Ukraina ført av russum. Nei, eingin okkara hevur minni førleikar ella veikari kenslur yvir fyri fólkinum í krígsraktu økunum. Vit eru líka ørkymlað um støðuna, sum tey, ið vilja gera hetta til eitt kenslustríð millum føroyingar.
Á ein undrunarverdan, vandamiklan, miðlasnikkaðan hátt verður boðskapurin til føroyska fólkið framborin soleiðis, at ert tú fyri Russarasáttmálanum ella ikki inskir revsitiltøk, so er tú í etiskum forfalli. Ert tú ímóti sáttmálanum og ynskir revsutiltk, so ert tú etiskt á rættari kós. Tað verður trupult at benda veruleikan meir enn hetta!
Vinstravenda stýrið útflytur og innflytur bæði fólk og vørur til lond og heimspartar, ið etiskt ikki liva upp til standardar, ið vit í Føroyum standa innfyri. Men hesi mál er ikki frammi í løtuni, og tí fær hetta frið, og eingin ger nakað við tað. Kensluliga impulsstýringin viðvíkjandi Russarasáttmálanum er ein greið ábending um arbeiðsháttin hjá vinstravendum. Kenslurnar stýra, vit og skil verða tveitt fyri borð, vit taka støðu, og vit vaska okkum um hendurnar, og øll onnur eru ónd.
Mín vón er, at tað glógvar hjá onkrum í vinstravendu samgonguni ella umhvørvinum. Vónandi megnar onkur at stinga fingurin niður í jørðina og steðga ófólkaræðisligu tilgongdini at leggja revsirættin í hendurnar á landsstýriskvinnuni í uttanríkis- og vinnumálum. Sleppið vitleysu, kensluligu impulsstýringini og takið fakligheit, fakta og avleiðingar inn í kjakið og avgerðargrundarlagið!
Spyrjið tykkum sjálvi: Hvørjum bjarga vit, og hvønn verja vit við hesi tilgongd? Spyrjið tykkum sjálvi: Hvønn fer henda avgerð at ganga út yvir? Spyrjið tykkum sjálvi: Nú vit taka vælferðina frá fólki – hvør verður tað so, ið ber prísin? Verða tað tey ríku, sum eru av tí ónda, ella verða tað tey tørvandi, ið koma at bera avleiðingarnar? Tit kenna sjálvandi svarið til hendan spurning!
Samstundis sum umheimurin framhaldandi hevur risa samhandil við russar, og ikki minst Danmark, sum umvegis onnur lond innflytur stórar mongdir av ráevni úr Russlandi, so er tað undrunarvert, at henda føroyska sjálvvalda niðurbræðingin av okkara vælferðarsamfelag yvirhøvur kemur til viðgerðar. Hvar eru fakta og fakligheit? Eru hesi stýrisamboð kastað fyri borð av kensluligari impulsstýring?
Sum býráðslimur í Klaksvíkar býráð, undrar tað meg, at borgarstjórin, ið situr sum leiðari í vinstravenda meirilutanum, ikki leggur press á. Og hvar er varaborgarstjórin í Klaksvík? Hava tit onga meining um hetta, ella eru tit til arbeiðis í hesum máli? Eru vit í Klaksvík greið yvir, hvørjar avleiðingar hetta fer at hava fyri okkara vælferðarsamfelag?
Fyrst og fremst sakni eg fakta og fakligheit í hesum máli, men eg sakni sanniliga eisini orku, vilja og kraft frá vinstravenda meirilutanum í Klaksvíkar býráð, nú vælferðargrundarlagið í lokalsamfelagnum er í vanda.
Eyðstein Ó. Poulsen