11 føroyingar í donskum kommunalvali
Týsdagin 18. november er kommunuval í Danmark. Tað er altíð ein spennandi og týðandi løta í fólkaræðinum – eisini fyri okkum føroyingar, sum búgva í Danmark og hava okkara gerandisdag í teimum donsku kommununum.
Í ár hava vit eitt serliga stórt og fjølbroytt umboð av føroyingum, sum stilla upp til kommunuvalið kring Danmark. Tað vísir, at føroyingar vilja vera við til at taka ábyrgd, gera mun og seta síni virði og royndir í spælið – til gagns fyri bæði danskar og føroysk áhugamál.
Tey, eg kenni til, eru hesi:
Mia Povlsen fyri Konservative í Hjørring
Jensa Elisabeth Ottosdóttir og Tordur Øregaard fyri Kristendemokratarnar í Randers
Jóhannes Miðskarð fyri Venstre í Keypmannahavn
Anja Helen Holtze fyri Sosialdemokratarnar í Ballerup
Ingvald av Kamarinum fyri Danmarksdemokratarnar í Lejre
Sonja Weihe fyri Venstre í Ballerup
Maj-Britt Hartvig fyri Konservative í Høje Taastrup
Jørgen Boelskov fyri Radikale Venstre í Glostrup
Arnbjørn Fagraklett Vatnhamar fyri Moderaterne í Skanderborg
Áki Martinsson Kristiansen fyri Konservative í Greve
Kanska eru onnur afturat – og tað ger bara gleðina størri! Tað er sera hugaligt at síggja, hvussu føroyingar á hvør sínum stað hava funnið sítt politiska pláss og sítt hjartamál.
Vit hava øll hvør síni sjónarmið, men felags er viljin at byggja upp góð, mennandi og livandi lokalsamfeløg, har øll fáa møguleika at luttaka, læra og trívast.
Eg ynski øllum føroyingum, sum stilla upp til kommunuvalið 18. november, hjartaliga eydnu við valinum.
Latið okkum vísa, at føroyingar eisini kunnu seta síni spor í tí danska fólkaræðinum – við virðing, ábyrgd og eldhuga.
Jóhannes Miðskarð
Venstre – Keypmannahavn