Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatrøini

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  24.11.2025 - 08:29 Mentan Tíðindi

Her niðanfyri er eitt yvirlit, nær tey ymsu trøini tendra.

Jólatræið í Vágstúni.

Leygardagin 29. november kl. 16.00 verður jólatræið í Vágstúni tendrað

Øssu Kjølbro, sóknarprestur og Annika S. Biskopstø halda røðu, Klaksvíkar Hornorkestur spælir hugnaligan jólatónleik. Eisini hava vit frætt, at jólamaðurin kemur at tendra jólatræið og hevur biðið Trøllapætur og ommudidd um at hjálpa sær.

Teir hava eisini pakkar við til børnini.

Aftaná verður ein góður kaffimunnur í Varpinum.

Vit gleða okkum at síggja nógv fólk til hugnaligu løtuna.

Jólatræið í Árnafirði verður tendrað leygardagin 29. november kl. 17.30.

Lena Askham heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Boðið verður til ein kaffimunn í gamla bygdahandlinum eftir haldið.

 

Jólatræið í Ánunum verður tendrað mánakvøldið 1. desember kl. 18.00

Elsebeth Mercedes, løgtingskvinna heldur røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Boðið verður kaffimunnur aftaná.

Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mánakvøldið 1. desember kl. 18.30

Hermann Samuelsen, býráðslimur heldur røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Boðið verður kaffimunnur aftaná.

 

KALSOY

Jólatræið á Syðradali verður tendrað hóskvøldið        27. november kl. 17.45

Jólatræið á Húsum verður tendrað hóskvøldið            27. november kl. 18.30

Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið       27. november kl. 19.00

Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið          27. november kl. 19.45

 

Sámal Petur í Grund, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl.17.15 og av Syðradali kl. 21.00

– bussur er við í ferðini.

 

SVÍNOY

Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 6. desember kl. 16.00.

Sunnva Asano, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir 

Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI