Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Kristfríð Tyril / momo

Konsert í Leirvík sunnudagin 23. november kl. 16.00

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.11.2025 - 15:01 Mentan Tíðindaskriv

Monika Stauss Joensen, violin og Ólavur Jakobsen, gittar, fara at spæla konsert. Monika hevur spælt til og skipað fyri mongum tiltøkum og konsertum í Leirvík, har hon er búsitandi. Saman við Ólavi hevur hon spælt konsertir í Sveis, Týskalandi og verið á sera væleydnaðum konsertferðum í USA.

 

Tónleikurin á skrá hesaferð í Leirvík, er í stóran mun eftir tónaskaldið Niccolò Paganini. Paganini var ein framúr violinleikari, men hann var líka so einastandandi sum gittaristur. Hetta er lættur og virtuosur tónleikur úr einum tíðarskeiði í tónleikasøguni, har violinin og gittarin vóru høgt í metum. Tónleikurin er eyðkendur sum vælljómandi og í tí kenda bel canto forminum.

Annar tónleikur er eftir norska Ole Bull, sigoynaratónar eftir Vittorio Monti, fólksligur tónleikur úr Sveis, úr Føroyum, og sololag fyri gittara eftir kubanska tónaskaldið Leo Brouwer.

Eitt sindur annarleiðis enn vanligt, og tað er eisini eitt mál við konsertini. Bæði tónleikaliga, og vónandi er tað eisini meiri forvitnisligt hjá lurtarunum. Greitt verður frá um tónleikin, so upplivingin gerst betri og lættari.

Atgongumerki á kr. 100,- fáast til keyps við dyrnar. Konsertin er uttan steðg og eftir konsertina eru øll vælkomin til ein kaffimunn.

Konsertfelagið stuðlar konsertini.

Monika Stauss Joensen, violin, er úr Sveis. Giftist føroyskum manni og búsettist í Leirvík. Hon lók útbúgving á konservatorium í Winterthur og London og hevur verið fastur fúsur í Føroya Symfoniorkestri øll árini. Hevur spælt ørgrynnu av konsertum víða um og hevur eisini virkað sum rithøvundi. Í hesum døgum kemur barnabók út hjá henni og Kristrfríð Tyril við heitinum “Bartal og Bjarni og vinir teirra”

Ólavur Jakobsen, gittar, er ættaður úr Havn, av tí kendu tónleika- og listafólkaættini av Kamarinum. Sum ungur tók hann útbúgving á konservatorium í Keypmannahavn og í París. Hann hevur verið víða um sum solistur og tónleikari, og er javnan á konserferð uttanlands. Hann var ein av stigtakarunum til útbúgvingina Musikkmiðnám, ið hann eisini skipaði í langt áramál. Hann er fastur limur í bólkinum Aldubáruni, ið hann sum ungur var við til at stovna.

Báta- og listasavnið í Leirvík, Kulibakki 8, Leirvík.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…