Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólakort frá føroyskum skúlabørnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.11.2025 - 15:07 Myndarøð Tíðindi

Øll skúlabørn skriva jólakort aftur í ár – átakið, sum birtir upp undir gleðina við at skriva og senda jólakort, varð í dag sett í Skúlanum á Argjahamri

 

Vit skriva jólakort átakið fyri øll børn í fólkaskúlaaldri fer nú av bakkastokki aftur. Í dag varð átakið sett í bókasavninum í Skúlanum á Argjahamri, og 5.b var fyrsti flokkurin at skriva jólakort. Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, var eisini við og heilsaði upp á næmingarnar.
 
Vit skriva jólakort átakið snýr seg um at geva øllum skúlabørnum í Føroyum høvi at skriva og senda ókeypis jólakort til sínu kæru. Átakið byrjaði í fjør og fekk sera góða undirtøku – bæði frá næmingum, lærarum og foreldrum og ikki minst frá teimum, sum fingu eina hondskrivaða jólaheilsan í postkassan. Gleðin var stór, og tí verður átakið endurtikið í ár.
 
“Vit sóu, hvussu nógv børnini hugnaðu sær, og hvussu nógva gleði eitt hondskrivað kort kann skapa. Tað var hugtakandi og rørandi at síggja týdningin av at steðga á og skriva nøkur orð til tey, ein hugsar um. Tí er Vit skriva jólakort eitt framúr átak, og vit fegnast um, at Posta aftur í ár stuðlar tiltakinum,” sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.
 
Føroysk jólakort í Føroyum
 
Øll børn úr forskúla til 10. flokk fáa aftur í ár møguleika at skriva og senda tvey jólakort hvør. Hetta arbeiðið styrkir bæði málfatan og skrivievni, og stuðlar sostatt væl undir undirvísingini.Verkætlanin Føroyar Lesa, partur av Námi, hevur í nógv ár skapt lesigleði og bygt upp eina sterka lesimentan:
 
“At skriva og senda eitt jólakort er nakað serligt – nakað við dýpd og nærleika, sum hvørki teldupostar ella sosialir miðlar kunnu taka yvir,” sigur Eilen Anthoniussen, ritstjóri og samskipari av Føroyar lesa.
 
Vit skriva jólakort er eitt felags átak hjá Føroyar lesa, Føroya Lærarafelag og Posta. Jóhan Mortensen eigur góða hugskotið. Lena Nicolajsen hevur teknað vakra jólakortið, sum verður sent skúlunum.
 
 

 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Syngja jólini inn í Skálafirði
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…