Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kann ein landsstovnur av sínum eintingum tileinkisgera eina politiska semju?

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  19.11.2025 - 21:30 Politikkur Tíðindaskriv

Beint fyri jól fyri fýra árum síðani – í desember 2021 – var fíggjarlógin fyri 2022 samtykt. Vit, sum sótu í løgtinginum tá, samtyktu fýra mió. kr. til at breiðka vegin úr Hvalbiartunlinum í Trongisvág.

Vit samtyktu eisini tvær mió. kr. til at breiðka Froðbiarvegin, og ein mió. til gongubreyt í Trongisvági. Hesar verkætlanir høvdu til endamáls at bøta um ferðslutrygdina á hesum vegastrekkjum.

Nú fýra ár seinni kunnu suðuroyingar staðfesta, at Landsverk einans er byrjað upp á Froðbiarvegin av hesum arbeiðum. Froðbiarvegurin varð breiðkaður í vár, men vegurin er enn ikki asfalteraður. Tað hevur viðført, at bilar við jøvnum millumbilum fáa skaða av manglandi asfaltering. Hinar vegagerðirnar eru ikki eingongd byrjaði.

Almenna umrøðan í vikuni hevur víst, at Landsverk av sínum eintingum eru farin ímóti løgtingsins vilja, og hevur stovnurin brúkt peningin í heimildarloysi til heilt aðrar verkætlanir norðanfyri.

Tað er sjálvandi ikki í lagi. Vit vita øll, at tá løgtingið viðgerð fíggjarlógina, so verða semjur gjørdar millum flokkar, ofta tvørtur um samgongu og andstøðu, fyri at fáa semju um fíggjarlógina, sum er sjálvt grundarlagið fyri øllum politikkinum í einum samfelag.

Vegurin úr Hvalbiartunlinum, vegurin í Froðba og gongubreytin í Trongisvági/Líðini vóru partur av semjuni um og grundarlagið undir fíggjarlógina fyri 2022.

Ein stovnur kann ikki av sínum eintingum tileinkisgera eina politiska semju, sum er ásett í lóg.

Fyri at fáa greiðu á hesum máli havi eg sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, hesar spurningar. 

 

  • Hví er einki gjørt við vegaføringin úr Hvalbiartunlinum í Trongisvág, hóast játtan varð oyramerkt til endamálið á fíggjarlógini fyri 2022?
  • Hví er einki gjørt við gongubreytina í Trongisvági/Líðini, hóast játtan varð oyramerkt til endamálið á fíggjarlógini fyri 2022?
  • Nær verður Froðbiarvegurin gjørdur ferdigur.
  • Hvørja heimildir hevur Landsverk at raðfesta aðra vegagerð enn tað, sum er ásett við lóg?
     

Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Mjølnir gjørdi onki við Sliede…
Stuðul frá Lions skal læra børn og ung a…
Kann ein lands­stovnur av sínum eintingum…
Lagt í pottin til eitt heitt kvøld
Vunnu toppdystin
Vónar nógvar áskoðarar í Badminton­høllin…
Almenn móttøka
Jóhan Christiansen — eitt ekkó frá Elian…
Góður endi upp á eitt gott fótbóltsár
Einans 3 tingfólk ímóti fleiri fiskidøgu…
Vitameista­rin á Biskupsstøð
FBF nýggjan høvuðsvenjara
Føroyski lestrarstuðulin verður hin sami…
Jólakort frá føroyskum skúla­børnum
Samvirkið yvirlit við játtaðum stuðli 20…
Nú stundar til JÓL VIÐ LØKIN
Konsert í Leirvík sunnudagin 23. novembe…
Thorvald vitjar Norðlýsið
Evropaflogbóltur í Klaksvík í morgin
Vatnleki á Heygavegnum