Lýsing
Lýsing
Lýsing

Koyra vit útav við ES á GPS’inum?

SKRIVAÐ: Oddmar á Lakjuni  |  20.11.2025 - 10:16 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Tá Uttanlandsnevndin í egnum áliti slær fast, at “neyvan er hald í illgrunanum” um russisk skip, og at “lítið og einki talar fyri”, at tey hava brotið føroyska lóg ella fiskivinnuavtalu, skuldi ein væntað, at málið endaði har.

 

Men soleiðis er ikki.

Hóast herda eftirlitið – bæði umborð og á landi – hevur staðfest, at ongin ólóglig umskipan og einki ólógligt virksemi hevur verið á hesum skipum, verður kortini arbeitt við at geva landsstýriskvinnuni heimild at banna júst teimum.

Hetta er ein mótsøgn, sum krevur svar, nú landsstýriskvinnan í uttanríkismálum skjýtur upp at revsa tvey russisk reiðarí, ímeðan meirilutin í uttanlandsnevndini mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Í Dagur & Viku segði landsstýriskvinnan beinleiðis, at um hon fær heimildina, so fer hon, alt annað líka, at brúka hana.

Hetta er sostatt ikki ein teoretisk heimild. Hon skal íverksetast.

Reiðari við kvotum í russiskum sjógvi hevur beinleiðis sagt, at skip allarhelst verða seld, um hetta uppskotið verður samtykt. Uppisjóvarvinnan stúrir fyri, at ein av teirra týdningarmestu marknaðum kann detta burtur, og í ringasta føri sleppa tey ikki av við veiðuna.

Vit skulu eisini minnast til, at tá Norra tók somu stig og fylgdi ES-linjuni, svaraði Russland við eini beinleiðis hóttan um at slíta alt samstarv í Barentshavinum. Føroyar hava sama slag av avtalu sum Norra, men minni tyngd og onga trygdarpolitiska verju. Tað er tí ógvuliga ivasamt at halda, at vit sleppa undan líknandi avleiðingum.

Vit tosa sostatt ikki um eitt fjart uttanríkismál. Vit tosa um arbeiðspláss, um familjur, um inntøkur og um vælferð. Hetta er veruleikin hjá fólki kring alt landið.

Samstundis sum hetta hendir, heldur ES sjálvt fram at handla við Russland fyri milliardir. ES keypir bæði matvørur og gass úr Russlandi og útflytir somuleiðis matvørur til Russlands. ES hevur eisini sagt, at matvørur ikki skulu fevnast av sanksjónum.

Meirilutin í sjálvari uttanlandsnevndini sigur beinleiðis, at: “Føroyskt virksemi fíggjar á ongan hátt russisku krígsmaskinuna, og føroysku revsitiltøkini hava lutfalsliga havt nógv størri avleiðingar enn tiltøkini hjá nógvum av grannalondum og samstarvslondum okkara.”

Tað er tí torført at skilja, hví Føroyar skulu taka enn størri váða enn ES sjálvt torir? Hví ynskja vit at gera tað ringast fyri okkum sjálvi?

 

Hetta málið rakar serliga okkum her norðanfyri meint, har stórur partur av virkseminum og inntøkunum í økinum eru knýttur at útflutningsvinnuni. Og tí reisir hetta eisini spurningin: Fleiri av somu flokkum, sum nú sita við meirilutanum í Klaksvíkar býráð, sita eisini í samgonguni á landsstigi. Er býráðsmeirilutin samdur við landsstýrið í hesum málinum? Og um ikki, hví rópa tey ikki varskó?

Vit í minnilutanum sakna at hoyra frá teimum, sum annars hava ábyrgd av at verja lokalsamfelagið, tá eitt uppskot sum hetta – við so stórum avleiðingum fyri okkara øki – er til viðgerðar. Serliga nú landsstýriskvinnan alment hevur sagt, at hon ætlar at nýta heimildina, um hon fær hana.

Føroyar mugu taka avgerðir, sum byggja á veruleikan her heima – ikki á signalpolitikk úr ES. Tað er hvørki rímiligt ella ábyrgdarfult at seta arbeiðspláss, útflutning og vælferð í vanda fyri eini linju hjá ES, sum sjálvt ES ikki fylgir.

 

Oddmar á Lakjuni

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tiltøkini móti Russlandi raka Føroyar me…
Norðoya Listafelag 40 ár
Úrslitið av seyða­sýning­ini 2025
Próvtøkur og verjuskip
Eru Eysturoyar og Norðoya Tjóðveldisfelø…
Stórar sparingar á Fróðskaparsetrinum
Koyra vit útav við ES á GPS’inum?
Vesturríki og dómurin í Haag
Mental sjálvverja í eini talgildari tíð
Myndarøð: Mjølnir gjørdi onki við Sliede…
Stuðul frá Lions skal læra børn og ung a…
Kann ein lands­stovnur av sínum eintingum…
Lagt í pottin til eitt heitt kvøld
Vunnu toppdystin
Vónar nógvar áskoðarar í Badminton­høllin…
Almenn móttøka
Jóhan Christiansen — eitt ekkó frá Elian…
Góður endi upp á eitt gott fótbóltsár
Einans 3 tingfólk ímóti fleiri fiskidøgu…
Vitameista­rin á Biskupsstøð