Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tiltøkini móti Russlandi raka Føroyar meinast

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  20.11.2025 - 12:24 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Løgtingið viðgerð í dag eitt uppskot, sum skal geva landsstýrisfólkinum við uttanríkismálum heimild til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi og Hvítarusslandi. Orsøkin til uppskotið er, at ES hevur sagt, at tvey russisk reiðarí, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi, eru undir illgruna fyri at gera okkurt ólógligt. Tí hava bæði ES og Noreg sett tiltøk í verk ímóti hesum reiðaríunum, og tí heldur landsstýrið, at vit eisini skulu gera tað

 

 

Tingfólk sum ikki eru limir í Uttanlandsnevndini, fáa rættiliga lítið at vita í slíkum málum, og tey sum eru limir í nevndini hava tagnarskyldu. Men tá eg lesið álitið frá Uttanlandsnevndini, so siga bæði meirilutin og tveir minnilutar, at einki bendir á, at hesi reiðaríini hava gjørt nakað ólógligt í føroyskum øki.

Meirilutin (Bjarni Hammer, Høgni Hoydal, Annika Olsen og Karlot Hergeirsson) skrivar: “Eftir viðgerðina av málinum, og eftir at hava havt fundir við viðkomandi aktørar, stendur tað greitt fyri meirilutanum, at neyvan er hald í illgrunanum um, at Føroyar verða brúktar sum umskipanarhavn til ólógligar sanktióneraðar vørur, og at Føroyar eru eitt stað, sum er uttanfyri lóg og landaskil, har russisk skip kunnu gera sum teimum lystir. Tað er lítið og einki, sum talar fyri, at skipini, sum hava loyvi at fiska við Føroyar, fremja brot á lógina ella fiskivinnuavtaluna. Hetta er staðfest við eftirliti, og herdum eftirliti, bæði umborð á nevndu skipum og á landi. Eftirlit er við veiðuni, umskipan, provianti og øðrum, sum kemur í land og/ella fer umborð. Higartil er onki at finnast at hesum viðvíkjandi.”

Hóast hesa greiðu taluna tekur meirilutin undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

Ein minniluti (Bárður á Steig Nielsen) sigur: “Undir hoyringum í nevndini er eisini komið fram, at eftirlitið við russiskum skipum er munandi hert, og hóast tað, eru tað ongi prógv fyri, at Føroyar verða brúktar sum umskipingarhavn av ólógligum sanktioneraðum vørum.”

Ein annar minniluti (Jacob Vestergaard) sigur: “Orsøkin til uppskotið sigst vera, at russisku feløgini Murman SeaFood og Norebo JSC eru undir illgruna fyri at fremja hybridatgerðir í ES. Tað framgongur ongastaðni, hvør orsøkin er til hendan illgrunan.”

Einasti limurin í Uttanlandsnevndini sum ikki “syngur við í sama kóri” er Jenis av Rana. Hann sigur, at tað kann ikki útilokast, at skipini, sum hava loyvi at fiska við Føroyar, fremja brot á lógina ella fiskivinnuavtaluna. Hann grundgevur tó ongastaðni fyri, hví hann heldur tað.

Landsstýriskvinnan hevur sagt, at hon fer at brúka heimildina at seta tiltøk í verk, um uppskotið verður samtykt. Samtíðis vita vit, at um Russland fer at handla sum Russland plagar at handla, so merkir hetta, at føroysk skip fara at missa rættin at fiska í russiska partinum av Barentshavinum, og hetta fer uttan iva eisini at fáa fylgjur fyri søluna av føroyskum fiskavørum til Russlands. Talan verður tí um ein ógvusligan fíggjarligan smeit fyri Føroyar.

So skuldi ein trúð, at londini sum heita á okkum um at seta hesi tiltøkini í verk, stóðu við opnum ørmum og bjóðaðu føroyskum skipum inn á teirra sjóøki at fiska ístaðin, men tað hendir ikki. Vit sleppa sjálvi at rinda hesa rokningina.

Fíggjarnevndin stríðist í hesum døgum við eina fíggjarlóg, sum hevur stórt hall. Síðani hon varð løgd fram, eru nakrar kvotur minkaðar nógv, og missa vit nú eisini rættindini í Barentshavinum, so verður ikki tespiligur endi.

Eg undrist á, at meirilutin í Uttanlandsnevndini gevur Løgtinginum so góð argument fyri at atkvøða ímóti uppskotinum hjá Sirið Stenberg, og so enda tey við at mæla Løgtinginum til at atkvøða fyri.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val
Martha Øre vitjaði borgar­stjóran
Tveir svanar á Borðoyarvík
Kaðalarbeiði á Vágsgeil
Hjólini mæla framvegis við góðari ferð
Ben Arabo stillar upp
Byrgingin um Haraldssund í morgun