Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Teistin á royndartúri á Syðradali. Men tað er avbjóðandi at koma at, tí ferjulegan passar ikki til skipið

Tað ruggar ikki heilt rætt í ferjuleguni á Syðradali

SKRIVAÐ: Bjørn Kalsø  |  21.11.2025 - 07:18 Lesarabrøv Tíðindi

Kalsoyarleiðin er raðfest við tveimum ferjum: Teistanum og Sam. Sam siglir og Teistin ger hendinga royndartúr, men liggur fyri tað mesta svínabundin úti í Klaksvíkini. Tí tað ruggar ikki heilt rætt í ferjuleguni á Syðradali

 

Sambært svørum á fyrispurningar í Løgtinginum, tíðindaskrivum o.ø. rensli í miðlunum, siga LV, SSL og Samferðslumálaráð, at arbeiðið at tillaga ferjuleguna er liðugt.

Øll undrast. Ferjulegan passar ikki til Teistan, og hjá Sam er verri at leggja at.

 

Dugnaligir handverkarar

Dugnaligir handverkarar arbeiddu dastið av sumrinum eftir boðum frá LV og SSL. Arbeiðið varð avhendað, sá gott út, og SSL gav boð um, at Teistin fór at sigla.

 

Frensurin kom í ljós

Men vónin brast fyrstu ferð Teistin skuldi leggja at. Ferjulegan passaði ikki, og frensurin kom í ljós,

 

Sjónleikur uttan enda

Restin hevur verið sjónleikur uttan enda.

Teistin ger royndir, handverkarar saga betong, og slípa bilverju, gelendarar o.a. nýliga uppsett stál. Teistin roynir aftur, og handverkarar koma aftur at saga og slípa.

Broyta strategi

Strategiin má broytast. LV, SSL og Samferðslumálaráð mugu viðganga feilin, sum er gjørdur. Harnæst mugu manningarnar á Sam/Teistanum og staðkend hoyrast um, hvat skal gerast við ferjulegunar á Syðradali og í Klaksvík, um skip á stødd við Teistan skulu sigla.

Síðan má arbeiðið upp á ferjuleguna á Syðradali gerast av nýggjum, og nógv meir umfatandi enn, tað sum higartil hevur ligið í kortinum.

Harnæst skulu íløgur gerast í rampu og ferjulegu á Varpinum í Klaksvík.

 

Samanbera við undirsjóvartunnil

Alternativt eigur kostnaðurin á tíggjutals milliónur í ferjulegur, hundraðtals milliónir í nýggja ferju og framtíðar skiparakstur, at sammetast við undirsjóvartunlisverkætlan úr Klakkinum í Kalsoynna, sum í longdini er bíligara og nógv betra loysnin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Útróðurin má fáa betri treytir!
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Lýsing