Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj bíbliulesiætlan frá Føroyska Bíbliufelagnum           

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  21.11.2025 - 07:29 Tíðindaskriv

Føroyska Bíbliufelagið hevur útgivið nýggja Bíbliulesiætlan fyri kirkjuárið 2025-26.

 

Lesiætlanin er at finna um alt landið í kirkjum, nógvum fríkirkjum og missións- og meinigheitshúsum, á miðnámi, sjúkrahúsum, í varðhaldinum og hjá diakonvirkseminum.

Bíbliulesiætlanin byrjar 30. novembur, fyrsta sunnudag í advent, og varir eitt ár fram.

 

Hví brúka lesiætlan?

Í einum skundmiklum gerandisdegi kann tað vera trupult at fáa tíð at lesa í Bíbliuni. Men við eini Bíbliulesiætlan kann tað falla lættari. So um tær tørvar eitt amboð til at skipa tín Bíbliulestur, er Bíbliulesiætlanin nakað fyri teg.

 

Hvat er Bíbliulesiætlanin?

Bíbliulesiætlanin er ein kalendari við útvaldum skriftstøðum til hvønn dag í árinum. Endamálið við lesiætlanini er at geva fólki amboð til skipaðan lesnað av Bíbliuni og harvið at læra hana betur at kenna.

Tekstirnir eru úr bæði Gamla og úr Nýggja Testamenti, og tú kemur víða um í Bíbliuni eftir einum ári. Bíbliulesiætlanin 2025-26 er skipað við smáum brotum fyri dagin, so at tú innan 5 ár hevur lisið alla Bíbliuna.

 

Hvussu dámar tær best at lesa Bíbliuna?

Tað stendur øllum frítt at lesa, sum teimum hóskar best, og tað er rúm fyri øllum. Summi lesa einsamøll, onnur saman og onnur lurta. Summi lesa frá byrjan til enda, onnur lesa i sambandi við kirkjugongd/møti og onnur í Bíbliulesibólkum. Í øllum førum kann Bíbliulestur seta tankar í gongd og upp á pláss, og Bíblian er ein kelda til íblástur bæði í tungum og góðum døgum.

Bíbliulesiætlanin 2025-26 kann eisini takast niður á heimasíðuni hjá Bíbliufelagnum. Trýst her.

Og um tú vilt ogna tær eina ella fleiri Bíbliulesiætlanir, kanst tú skriva til okkum á biblia@biblia.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…