Lýsing
Lýsing
Lýsing

D-A-D á pall á Viðareiði í summar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.11.2025 - 19:33 Mentan Tíðindi

Norð festivalurin kann nú avdúka, at kendi danski rokkbólkurin D-A-D verður eitt av høvuðsnøvnunum á festivalinum 29. august 2026.

 

Í summar verður møguleiki at hoyra kenda danska rokkbólkin D-A-D í náttúruvakra umhvørvinum á Viðareiði. Festivalgestirnir kunnu gleða seg til at hoyra stórhitt sum Sleeping My Day Away og Laugh ’n’ a ½ á Norð festivalinum 2026.

D-A-D hátíðarhelt í fjør 40 ára stovningardag. Í ár hevur bólkurin verið á konsertferð í Danmark og kring Evropa, har teir bæði spældu nýggj løg og góðu gomlu klassikararnar, og formurin hjá bólkinum er í topp.

“Vit fegnast um, at tað hevur eydnast okkum at fáa eitt so stórt navn sum D-A-D á festivalin. Hetta er ein bólkur, sum flestu føroyingar kenna, og vit vænta okkum eina framførslu, sum fer at fáa alt festivaløkið at kóka”, sigur Jógvan Heinesen, fyriskipari av Norð festivalinum.

Forsølan til Norð festivalin er byrjað, og næstu tíðina fer festivalurin at kunngerða fleiri nøvn, sum kunnu upplivast Norð festivalinum 29. august 2026.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…