Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trívist væl saman við føroyingum

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  21.11.2025 - 22:36 Tíðindi Vinna

Ein av manningini umborð á frystilínuskipinum Pison er Nigel Kotua. Hann er vanliga dekkari, men komandi túr skal hann verða kokkur. Hann hevur verið sjómaður meginpartin av lívinum, og hevur roynt eitt sindur av hvørjum.

 

Men hvør er Nigel, sum sjómanstrúboðarin hitti umborð á Pison, tá hann mikudagin var umborð við jólapakkum?

-Eg eri føddur í Nýsælandi og havi búð har størsta partin av lívinum. Mær hevur dáma væl at siglt, og tí havi eg verið sjómaður meginpartin av vaksna lívinum.

-Í 2006 sigldi eg við skipi frá suður Nýsælandi, sum var selt til Føroyar. Eg helt tað var spennandi av fylgja við skipinum, og tí kom eg til Føroyar tá. Skipið fekk navnið Riba. Tað steðgaði bara umleið eitt ár í Føroyum, áðrenn tað var selt til Grønlands og fekk navnið Aja Aaju, sigur hann.

-Eg fylgdi við til Grønlands og sigldi við Aja Aaju, sum skipið kom at kallast, í tvey ár. Síðani fór eg við trolaranum Haki.

Tá Haki var seldur keyptu teir Ilivileq, sum seinni var seldur til Íslands. Eg fylgdi við til Íslands og sigldi við har í 10 ár. Tá Iliveleq var seldur til Ruslands, sigldi eg við øðrum íslendskum trolara, til hann var seldur í 2022, sigur Nigel.

-Tá ringdi eg til Eyðstein Sørensen, sum í fleiri ár var skipari á Aja Aaju. Hann bjóðaði mær hýru við Pison, sum hann førdi, og eg tók av. Her havi eg trivist væl, sigur hann.

-Eg havi Nýsælendskt pass, og føroyskt visum, sum er tengt at, at eg havi arbeiði her. Eg havi siglt saman við monnum úr ymiskum londum, men eg haldi, at tað er lætt og gott at sigla saman við føroyingum, sigur Nigel.

Hóast Nigel hevur fylt 70 ár, so dámar honum væl at sigla. Hann vónar at heilsan verður góð, so hann kann sigla eina tíð afturat.

Honum, teimum umborð á Pison og sjófólkið annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val
Martha Øre vitjaði borgar­stjóran
Tveir svanar á Borðoyarvík
Kaðalarbeiði á Vágsgeil
Hjólini mæla framvegis við góðari ferð
Ben Arabo stillar upp
Byrgingin um Haraldssund í morgun