Fosturforeldrafelagið 25 ár
Týsdagin 25. novembur eru 25 ár síðani hugaði fosturforeldur tóku seg saman og stovnaðu Fosturforeldrafelagið við tí endmáli at betra um umstøðurnar hjá fosturforeldrum og fosturbørnum.
Hesi 25 árini hava 100 tals fosturforeldur opnað síni heim og hjørtu fyri 100 tals børnum, sum hava havt tørv á umsorgan og tryggleika.
Vit í Fosturforeldrafelaganum vilja fegin hátíðarhalda dagin og bjóða tí til almenna móttøku í Perluni týsdagin 25. novembur frá kl. 15.00 – 18.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit bjóða søtar munnbitar og okkurt gott at leska sær við.
Frá kl. 15.30 – 16.30 verður góður tónleikur frá Lenu Anderssen og Steintóri & Heina. Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður bera fram eina heilsan til felagið, og tey, sum løgdu lunnar undir felagið, verða heiðrað og Annlis Bjarkhamar, forkvinna ber teimum eina takkarkvøðu
Í sambandi við 25 ára dagin hjá Fosturforeldrafelagnum er ein serstøk plakat gjørd, sum Kirstin Helgadóttir hevur sniðgivið og Sjúrður Gullbein hevur skrivað orð til. Plakatin kann keypast á móttøkuni og kostar 200 kr. Eftir móttøkuna kann plakatin keypast kring landið og á netinum.
Vit í Fosturforeldrafelaganum vóna, at nógv hava hug at leggja leiðina framvið at hátíðarhalda dagin saman við okkum.