Hátíðarløta fyri Norðoya Listafelagi
Í gjár varð hátíðarhald við serframsýning, røðum og ábiti í forhøllini (Foyerini) í Varpinum kl. 17, har væl av fólki møtti upp til høvið.
Skipað var fyri serligari framsýning í Vapinum, tí 40 ár eru liðin síðani Norðoya Listafelag varð stovnað í november 1985.
Ein ógvuliga stórsligin framsýning við verkur eftir Archibald Black, har hann, sum fáur kann, lýsir okkara kæra sangfugl, Hanus G. Johansen í koltekningum og eisini í akrylmálninum úr mongum ymiskum sjónarhornum og huglagi.
Eisini var sett upp áhugaverd framsyning við verkum eftir Elinborg Lützen.
Røður vóru hildnar, Aldubáran, sum í fleiri førum hevur havt tónleika- og sangsamstarv við Hanus, spældi hugvekjandi løg eftir Hanus.
Eisinin var nýggj plakat av eini vatnlitsmynd hjá Elinborg Lützen gjørd til høvið. Áðrenn boðið varð til kaffimunn og okkurt søtt afturvið, sang Klaksvíkar Manskór.
Framsýningin er opin í morgin, sunnudagin frá kl. 16 – 19, har eisini ber til at ogna sær frálíku plakatina.
Í komandi viku er framsýningin opin, meðan Varpið er opið.
Niðanfyri verður røðan, sum Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins, helt, endurgivin:
Signhild V. Johannesen ber fram kvøðu
Góðan dagin, øll somul
Takk fyri innbjóðingina og takk fyri, at tit hava tikið stig til hetta tiltakið.
Í ár er 40 ár síðan stovningardagin hjá Norðoya Listafelag. Tað er í hesum sambandi, at vit fáa høvið at síggja og hoyra um tvey av okkara mætastu listafólkum, Elinborg Lützen og Hanus G. Johansen.
Ein kann undrast yvir, at tað sum oftast eru onnur, ið síggja virðið í tí list, sum okkara egnu listafólk skapa. Listafólkini í okkara nærumhvørvi verða ofta sædd og viðurkend uttanfyri bøgarðarnar fyrst. Av tí sama eru tað allarhelst nøkur dugnalig listafólk, sum detta niðurímillum, tí vit ikki eru nógv varug og opin fyri tí nýggja, sum ofta eisini er øðrvísi enn tað, vit eru von at sígga.
Eg, eins og flest okkara, hava lyndið at passa okkum til, at líkjast hvør øðrum og helst ikki traðka ov langt við síðuna av. Eg haldi, at hetta lyndið kann verða ein forðing fyri menning og nørandi gróðri. Hetta smalkar okkara sjónarring, og hetta fær okkum at virka afturúrsigld.
Í dagsins samfelagi hava listafólk eitt hav av møguleikum til at brúka ymiskar pallar, soleiðis at umheimurin kann gerast varugur við tað, sum verður skapað. Til ber at røkka longur út í heim, og móttakarin er vanur við ávirkan í ymiskum skapi. Hetta ger uttan iva, at vit hava lættari við at síggja virðið í tí, sum er øðrvísi.
Men hendan møguleikan høvdu hvørki Elinborg ella Hanus. Tey tordu at leggja sítt lív og sína framtíð í list og mentan, hóast tey tá ikki vóru viðurkend fyri sítt arbeiði. Tey vóru kanska enntá niðurgjørd ella vóru umrødd sum “ónyttur”.
At vera sannur ímóti sær sjálvum, er meira enn flest okkara tora, men tað tordu bæði Elinborg og Hanus. Tvey djørv og sterk fólk, sum onkursvegna eisini sóu ”skroypilig” út. Elinborg við sínum lítla ranka kroppi, hárið sett upp í topp, ímeðan sigarettin támaði hennara andlit. Men hetta lítla menniskjað var fult av hugflogi og gerðum, sum vit hava notið gagn av.
Hanus við sínum meira ”lina”, langa kroppi, hári og skeggi, sum fjaldu hansara andlit. Men hansara mál og mið raktu so beint í okkara hjørtu. At tulka og framføra sangir, kundi Hanus sum fáur og vit vóru øll rúnarbundin av hansara framførslum.
Hóast vit ikki altíð hava verið nóg dugnalig til at síggja og fagna okkara undanfarnu lista- og mentafólk, eri eg errin av, at vit hava fingið takkað Elinborg Lutzen við eini standmynd á staðnum, har hon sjálv sleit sínar barnaskógvar.
At vit hava heiðrað Hanusi G. Johansen á samkomu á hesum stað, har Hanus fekk handa virðisløn Nólsoyar Páls í 2013, sum tann fyrsta, er eisini at fegnast um.
Vónandi var hon við til, at Hanus kundi kenna seg væl her í heimbygdini, Klaksvík á sínum eldru árum.
Takk fyri tey, sum hava slóðað og stríðst fyri, at pláss skal vera fyri okkum øllum. Vónandi fer okkara sjónaringur at víðkast, í andanum av okkara uppruna og við fótafesti í føroysku virðinum, og vónandi fara vit at geva pláss fyri teimum, sum tora at hugsa og vera annarleiðis, enn flest øll onnur.
Takk Elinborg og Takk Hanus. Og til tykkum í Norðoya Listafelag, hjartaliga til lukku við 40 ára stovningardegnum, hjartaliga til lukku við nýggju hølunum - nýggja heimi tykkara, har tit nú eru við at finna tykkum til sættist.
Takk til tín Archa fyri myndirnar, sum á ymiskan hátt, vísa ymisk andlitsbrá, kenslur og støður í lívinum hjá Hanusi. Vit vóna og gleða okkum til, at síggja og hoyra meira frá tykkum framyvir.
Til lukku og takk fyri íkastið frá nevndini seinastu tíðina, so at hetta kundi lata seg gera.
Takk!