Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatrøini í Kalsoynni tendra í kvøld

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  27.11.2025 - 08:21 Mentan Tíðindi

Klaksvíkar Hornorkestur er væl mannað. tó at hann sigur nakað av regni, so verður hildi á við spæli og røðum í kvøld í Kalsoynni.

Ungir og eldri hornblásarar hava savnast á gømlu Sløkkiliðasstøðini til venjingar í samband við jólatrø og jólahugna í kommununi komandi dagarnar.

Jólini nærkast í hvørjum og nú skulu jólatrøini skjótt tendrast tey ymsu støðini - har Klaksvíkar Hornorkestur altíð er við í ferðini og ger løtuna serliga hugnaliga

Jólatræið á Syðradali verður tendrað í kvøld        27. november kl. 17.45

Jólatræið á Húsum verður tendrað í kvøld            27. november kl. 18.30

Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað í kvøld       27. november kl. 19.00

Jólatræið í Mikladali verður tendrað í kvøld          27. november kl. 19.45

Sámal Petur í Grund, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl.17.15 og av Syðradali kl. 21.00

– bussur er við í ferðini.

Klaksvíkar hornorkestur fær styrk frá eldru spælarunum í Hornorkestrinum á Skúlatrøð, tey hava sum sagt vant við orkestrinum. Tí verður sostatt talan um eitt væl mannað hornorkestur, sum spælir jólaløg, tá jólatrøini verða tendrað runt umkring.

Jólatræið í Vágstúni.Jólatrøini í Kalsoynni tendra í kvøld

Leygardagin 29. november kl. 16.00 verður jólatræið í Vágstúni tendrað

Øssu Kjølbro, sóknarprestur og Annika S. Biskopstø halda røðu, Klaksvíkar Hornorkestur spælir hugnaligan jólatónleik. Eisini hava vit frætt, at jólamaðurin kemur at tendra jólatræið og hevur biðið Trøllapætur og ommudidd um at hjálpa sær.

Aftaná verður ein góður kaffimunnur í Varpinum. Her fara jólamenninir at geva pakkar við til børnini.

Vit gleða okkum at síggja nógv fólk til hugnaligu løtuna.

Jólatræið í Árnafirði verður tendrað leygardagin 29. november kl. 17.30.

Lena Askham heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Boðið verður til ein kaffimunn í gamla bygdahandlinum eftir haldið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
60 ára hald í Eiðis skúla
Jóla­trø­ini í Kalsoynni tendra í kvøld
FarPay selt fyri trísiffraða milliónaupp…
Grindamenni­nir hava rætt
Føroyskar lógir mugu samsvara við føroys…
Síðsta keypið hjá FØROYA BANKA SAVNINUM…
Hægri barna­frádrátt og betri systkinafrá…
Í morgin kl. 15 letur skoytubreytin upp!
Sildin drálar í íslendskum sjógvi
Brekumboðið byrjað virksemið 
Slóðbrót­andi svartkjaftatrol fiskar fram…
Theresa: - Leygardagu­rin er inngangur ti…
Rannvá vitjar Norðlýsið
Sonni Óli Djurhuus nýggjur kommunu­stjóri
Brekumboðið: Freistin at søkja fulltrúas…
Væl mannað hornorkestur
EFFO: Dagførdar viðskiftatreytir ávirka…
Nærri eftirlit við heimatænastu og eldra…
Jólasølan í Rógv – har teir góðu vinning…
Løgin boð frá Effo