Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fleiri týðandi framtøk á Klaksvíkar havn í 2026

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.11.2025 - 15:11 Politikkur Tíðindi Vinna

- Hetta komandi árið fara vit á Klaksvíkar havn at satsa upp á størri og spennandi verkætlanir, sum økja virksemið og inntøkurnar hjá Klaksvíkar havn, samstundis sum vit ikki gloyma tey líka so neyðugu, smærru átøkini og ábøturnar, sum geva kundum okkara betri umstøður og tænastur, sigur Sylvia Thomsen, forkvinna í Havna- og Vinnunevnd býráðsins.

 

- Størri vinnuverkætlanir, landstreymur til kósakajina, bátadráttur til bátahylin á Borðoyarvík, dagførd el-veiting við bátahylin á vágni og fleiri inntøkur til Klaksvíkar havn. Tað er nakað av tí, sum fíggjarætlanin 2026 fevnir um.

 

Landstreymur til Kósakajina

- At bjóða landstreym til bátar á kósakajini er ikki nakað nýtt, men seinastu tíðina hava karmar og umstøður als ikki verið nøktandi. El-talvan er ikki dagførd, og tað er somikið trupult fyri bátarnar at binda í, at teir aftra seg við hesum.

- Hetta hevur í longri tíð elvt til stóran ampa hjá borgarum tætt við. Tískil havi eg sum nevndarforkvinna valt at raðfesta hetta fremst, og tað hevur eydnast mær at fáa hetta samtykt í tí fyrstu fíggjarætlanini, sum eg havi verið við til at mynda sum býráðslimur í Klaksvíkar býráð, sigur Sylvia Thomsen. 

- Ætlanin er at dagføra el-talvuna sambært galdandi krøvum umframt at flyta stikkið, skipini skulu binda í, oman um kajkantin, so eingin kaðal liggur eftir kajini og darvar trukkum og øðrum arbeiði við kajkantin.

 

Bátadráttur á Borðoyarvík 

- Síðani eg varð vald inn í býráðið og fekk forkvinnusessin í Havna- og Vinnunevndini, hava fleiri bátaeigarar hava vent sær til mín við ynski um ein bátadrátt.

- Eg kann ikki vera annað enn samd við øllum teimum í, at tað er undarligt, at føroya fremsti fiskivinnubýur ikki hevur ein bátadrátt til smærri bátar, sum tí noyðast til Leirvíkar til ymiskt viðlíkahald. - Hetta hevur tí eisini fingið pláss í mínum raðfestingum á havnaøkinum, sigur Sylvia, sum hevur sett eina hálva millón av til hetta í fyrsta umfari.

 

Fleiri inntøkur til Klaksvíkar havn 

- Norðuri á Grótrætt er ætlanin at spunsla ímillum pier’arnar og at byggja kaj ímillum hesar. Ein av orsøkunum til hetta er, at orkufelagið MAGN fer at víðka um oljugoymslu teirra á staðnum. Mett verður, at hetta fer at økja munandi um inntøkurnar hjá Klaksvíkar havn.

- Ein sera spennandi og mennandi verkætlan fyri Klaksvíkar havn og lokalsamfelag okkara, ið vit sum býráð gera okkara besta at stuðla undir og skapa karmar fyri.

- Á henda hátt fara vit miðvíst til verka at skapa bestu fortreytir á Klaksvíkar Havn fyri betri umstøðum og tænastum til kundarnar, samstundis sum vit hava sett okkum hægri langtíðarmál um vøkstur og menning av okkara virksemi, sigur Sylvia Thomsen, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini og býráðslimur, umboðandi Sjálvstýrið. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Karl: - Tað er lív í býnum
Ungur áleypari heldur fram
Fara fjallatúr seinni í ár
Noreg og Svøríki hava sent herfólk til G…
Føroysku U18 genturnar gjørdust nr. 2
Looknorth fer undir at byggja nýtt og se…
Arnbjørn: KÍ skal hava fleiri ungdómslan…
Útróðurin í dag
U18 dreingir­nir endaðu á 3. plássi
Tussj: Vit skulu víðari frá undankapping…
Stórt mannfall í KÍ frá byrjan
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Torradagar aftur á skrá
Búskapur í øllum: Hvør er meira verdur?…
Nakkur 3.500 pund
Ester Mikkelsen 70 ára føðingardag
KS: Tænastudeildin fær nýggjan leiðara
Heidi Sevdal til KÍ
Fólka­flokku­rin riggar til val?
Føroyar og Ísland gjørt semju um sínámil…