Lýsing
Lýsing
Lýsing

Røðan hjá Sámal Peturi í Grund

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  28.11.2025 - 15:14 Mentan Myndarøð Tíðindi

Fyrstu ferð eg setti mínar føtur á land í Kalsoynni var í 1995, sum landsstýrismaður í samferðslumálum. Ørindini vóru at hyggja eftir, um tað var gjørligt at gera eina ferjulegu á Syðradali.

Sámal Petur í Grund hevur, sum kunnugt, verið skipari á Sam í 21 ár, og hevur hann bjargað fólkum av oynni og heimaftur í oftani ivasomum veðri. Eisini hevur hann sum skipari havt gott hegni til serligar uppgávur við at fáa størri arbeiðsamboðum í og av oynni.

Kalsoyingar halda nógv av Sámal Petur í Grund, og var tað ein sjálvfylgja, at hann helt jóltræ-røðuna í ár.

Niðanfyri verður røðan, sum Sámal Petur í Grund helt í Kalsoynni í gjárkvøldið í sambandi við, at jóltrøini vórðu tendrað, endurgivin:

Gott kvøld góðu Kalsoyingar!

Fyrst av øllum fari eg at takka Klaksvíkar býráði fyri, at mær bleiv litið uppí hendur at siga nøkur orð her, nú jólatræið verður tendrað.

Og eisini at býráðið heldur fæst í skikkinum, at tendra jólatrø í øllum bygdunum.

Tað er fyri mær nakað serligt at fáa loyvi til at siga nøkur orð júst her á Kalsoynni. Oyggin, sum í meira enn 20 ár hevur verið atknýtt mínum vinnuliga dagligdegi.

Hesi árini hevur oyggin sníkt seg inn at hjartarøtrunum, har hon er vovin við sterkum bondum. Hetta ikki bara tí at hon er vøkur og stórbær, men serstakliga av tí fólki, sum her búleikast, og sum eg á ein ella annan hátt føli eru partur av mínum lívi – Eg havi fingið loyvi til at verða við í tykkara lívi og verið partur av tykkara gerandisdegi. 

Fyrstu ferð eg setti mínar føtur á land í Kalsoynni var í 1995, sum landsstýrismaður í samferðslumálum. Ørindini vóru at hyggja eftir, um tað var gjørligt at gera eina ferjulegu á Syðradali.

Hjalmar og Sørin settu meg um fjørðin við Barsskor og á kajuni á Húsum stóð tá 72 ára gamli Karl Falkjer Alsinger Henriksen, í dagligari talu kallaður Karl á Fløtti, við sínum brúnvioletta Nissan Sunny. Av Húsum bleiv koyrt suður á Syðradal, har Poulina og Erik borðreiddu við framúr viðskera.

Hesi 30 árini síðani tá, hevur Kalsoyggin, so ella so verið partur av arbeiði og dagligdegi mínum.

Í dag tendra vit jólatræið, og vit standa saman um tað, meðan nógvastaðni runt um í heiminum er tað ikki gjørligt meira, tí tað eitur seg, at man ger seg inná minnilutar – Kristnu virðini mugu víkja fyri altjóðagerðini.

Í skapanarberætninginum lesa vit, at Guð sum tað fyrsta, skapti Himmal og Jørð og myrkrið hvíldi yvir verðinshøvunum. Longu í 3. versi í fyrstu bók bíbliunnar lesa vit, at Guð segði: ”Verið Ljós

Áðrenn nakað annað varð skapt varð ljósið tendrað, og Guð segði at tað var gott.

Ljósið var eins og fortreyt fyri at heimurin kundi koma úr myrkrinum. Myrkrinum, sum hvíldi yvir og huldi skaparverkið.

Ljósið var fortreytin fyri øllum, sum tí skuldi fyriganga í hesum heimi.

Vit kenna tað sum fortreytin fyri, at vit kunnu síggja nakað.

Men ljósið ikki bara ger at vit síggja. Ljósið er fortreytin fyri øllum náttúrunnar vøkstri í hesum heimi.

Uttan ljós var eingin gróður og av tí sama einki at bera inn á heystardegi.

Eisini sinnalagið í menniskjanum hevur tørv á ljósi – Ja, vit kenna enntá til, at læknafrøðin gevur ljósviðgerð fyri heilsubót hjá ávísum menniskjum.

Í dag kunnu vit tendra eftirgjørt ljós, eins og Guð á fyrsta sinnið gjørdi tað – skipanir kunnu gera tað við at siga ”verið ljós”.

Men hetta er bara møguligt, tí at Guð í forum skapti ljósið og skylti tað frá myrkrinum.

At vit seta jólatrø upp runt um í landi okkara er gamal skikkur, og at ljós verður tendrað á jólatrænum hevur nokk verið gjørt so leingi, tað hevur verið møguligt.

Jólatræið skilir seg frá øllum øðrum trøum.

Tað verður tikið úr skógini har øll hini trøini standa og sett har, tað er sjónligt og lagt verður merkið til tað.

Tað er serstakt træ og skal tí leiða tankar okkara í ávísan rætning. Tað skal leiða tankar okkara til Betlehem, har Jesusbarnið var føtt fyri umleið 2025 árum síðani.

Kristna vónin er ljós – barnið í Betlehem bleiv heimsins ljós.

Tí pynta vit træið við ljósi. Fyri at vit skulu vita, at júst krubbubarnið úr Betlehem var tað, sum aftur gav ljósinum fulla megi.

Syndafallið førdi við sær at myrkrið, hvørs máttur var tykin við ljósinum, legði seg sum ein skuggi yvir menniskjuna aftur.

Á øðrum sinnið tendraði skaparin ljós, men hesaferð við sjálvur at stíga mitt okkara millum, við at lata son sín føðast í hesum heimi.

Gagnið av ljósinum fáa vit bert, um vit síggja tað og lata tað lýsa okkum veg.

Soleiðis er eisini við Jesusbarninum, tað kann bara birta ljós, um vit síggja tað.

Og júst fyri at vit skulu síggja tað, tendra vit ljósini á jólatræðnum, sum peikar á Jesusbarnið.

Ljósið hevur tað við at spreiða seg. Tá vit liva í ljósinum, so spreiða vit eisini ljós.

Lat tað verða jólaboðskapur okkara.  At ljósið sum bleiv kveikt á øðrum sinni og júst fyri okkara skuld, verður ljósið, sum vit vilja halda okkum til og tað ljós, sum skal vísa okkum vegin fram at staðnum, har tað altíð er jól.

Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja okkum øllum eini Gleðilig og vælsignaði Jól.

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røðan hjá Sámal Peturi í Grund
Fleiri týðandi framtøk á Klaksvíkar havn…
Strandferðslan økir um túratalið á leið…
Jóla­trø­ini leygar­dagin
Veðrið um vikuskiftið
Veðrið um vikuskifti
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen nýggjur st…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
Jóla­trø­ini í Kalsoynni
Klaksvíkar bókasavn í desember
Sunnvá hevur teknað jóla­kortið
Advents- og jóla­konsert sunnukvøldið
Skótarnir í 4.a greiða frá
Byggisamtyktin fyri Svínoy góðkend
Jóhan Christiansen, tak uppskotið aftur!
Skálkar­nir eru klárir til Black Friday
1.200 tunnur av brislingi
Barnagarðs­stovur­nar verða uppnormeraðar
Snæfall 2 - nýggjur jóla­kalendari í sjón…
Stór handilshølir - langtíðarleiga ella…