Lýsing
Lýsing
Lýsing
The Grand Old Man á Løgtingi, Henrik Old, mælir frá at liberalisera fosturtøkulógina og til heldur at geva mammum meira úr Barsilsgrunninum

Henrik Old: Lívið er solidariskt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.11.2025 - 17:00 Mentan Politikkur Tíðindi

Uppskotið um at broyta fosturtøkulógina kemur fyri Løgtingið fyri aðru ferð hetta valskeiðið til aðru viðgerð týsdagin annan desember. Fyrru ferð fall uppskotið. Av tí, at hetta er 2. ferð, at sama uppskot verður lagt fyri tingið, er ikki nógv nýtt í tí, men viðmerkingin hjá Henriki Old, limi í Rættarnevndini, vekir tó ans. Hann mælir frá at samtykkja uppskotið og heldur at geva mammum, ið føða fyri fyrstu ferð, eina stóra eingangsveiting úr Barsilsgrunninum.

 

 

Hesa ferð hevur Rættarnevndin, ið hevur havt málið til viðgerðar, býtt seg sundur í tríggjar minnilutar; tveir líka stórar og so ein triðja við bert einum tingmanni, ið er Henrik Old. Henrik Old vísir á, at vit eiga at vísa solidaritet mótvegis mammum og óføddum børnum, og á, at Barsilsgrunnurin bólgnar, og at upplagt tí er at brúka burtur av pengunum har til fyrstuferðarføðandi.

Ein av teimum, ið nevndin hevur havt inni at fundast við, er Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, og hann førdi fram, at ”Tøka av lívi samsvarar ikki við grundarlagið undir mínari kristnu trúgv. Vit hava  fingið  eina  uppgávu  við  atliti  at  lívinum,  ið  vit  mega  røkja  við  nærlagni  teimum  livandi  at frama”. Henrik Old sigur seg vera samdan við bispi í, at føroyingar eiga at siga Ja til lívið, og at lívið krevur solidaritet, sum hann orðar tað.

 

9 ciffur í Barsilsgrunninum

Henrik Old vísir á, at tann 1. september 2025 kom innistandandi í Barsilsgrunninum upp um 100 milliónir, og tað er ein øking upp á 15 milliónir bara síðani árslok 2024. Sostatt streymar peningur munandi skjótari inn í grunnin enn út úr honum, og Henrik Old endar sína átekning á álitið við at siga, at hann fer at skjóta upp at brúka pening úr grunninum at geva teimum, ið eiga barn fyri fyrstu ferð, eina munandi eingangsupphædd.

Fosturtøkumálið er mál nr. 8 á tingfundinum týsdagin, ið byrjar kl. 11.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…