Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj bók eftir Óla Jacobsen um Gamla kirkjugarð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.11.2025 - 00:29 Mentan Tíðindi

Í vikuskiftinum er komin út bókin “Hendur ið sleptu” hjá Óla Jacobsen. Bókin er ein frásøgn um fleiri teirra, sum eru grivin í Gamla kirkjugarði í Havn.

 

 

Kirkjugarðurin er frá 1782 og er grundlagdur av danska prestinum Rasmus Jørgen Winther. Her eru einar 240 gravir við gravsteini við á leið 500 nøvnum.

Serliga tvær lagnur verða umrøddar. Onnur er frásøgn hjá Caroline Heinesen, mammu William, um Havnina og havnarfólk, sum hon minnist tey, í egnum endurminningum frá 1930’unum.

Hin er um ættina hjá Faktorinum í Klaksvík, Johan Christian Djurhuus, sum sjálvur fimti í ættini er jarðaður í Gamla kirkjugarði. Serliga áhugaverd er dagbókin hjá deyðasjúka abbasoninum, Egil Henning, sum doyði bert 20 ára gamal í 1919. Hann lýsir sera væl lívið og fólk í Havn.

Seinast í bókini er yvirlit yvir allar greinarnar í røðini “Hendur ið sleptu”, sum Óli Jacobsen skrivaði í Sosialinum árini 2007 til 2013. Í yvirlitinum sæst, hvørjir persónar í Gamla kirkjugarði eru umrøddir í hvørji grein. Eisini er ávísing til, hvussu finnast kann fram til hesar frásagnir á teldu.

Bókin verður løgd fram í Rit og Rák leygardagin tann 29. november kl. 14. Hon kostar kr. 250 í bókhandlunum.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…