Lýsing
Lýsing
Lýsing
Dúgliga hava bæði ja- og nei-síðan í fosturtøkumálinum spekulerað í varamandatum, og við Djóna N. Joensen á tingi er meirilutin - kanska - skiftur frá ja til nei enn eina ferð

(Aftur) stórur spenningur um fosturtøkumálið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.12.2025 - 14:16 Politikkur Tíðindi

Eftir at vera fallið eina ferð í hesum valskeiðnum, kemur málið um liberalisering av fosturtøkulógini aftur til 2. viðgerð týsdagin 2. desember. Tað merkir, at atkvøðugreiðsla skal vera, og møguliga hava uppskotssetararnir hesa ferð gjørt sær rokning uttan vert

 

 

Eftir at málið fall 15. mai í 2024, hevur leingi verið spekulerað í at leggja tað fram aftur. Men tað var ikki bara sum at siga tað. Undirtøka er ikki í sitandi samgongu um málið, og tí var neyðugt at leita sær hjálp úr andstøðuni. Tann hjálpin kom, men var bert nóg mikið til, at tað stóð á jøvnum 15-15 í tingsalinum, og harvið fall málið.

Tað úrslitið bleiv ikki góðtikið, og tí varð farið at spekulera í varaumboðum á tingi. Málið kann ikki samtykkjast á vanligan hátt, men er konstellatiónin við varaumboðum tann júst rætta, bar til at fáa tað samtykt við smalast møguligu marginu kortini. Tá so Sólvit Nolsøe og Jaspur Langgaard, ið báðir eru ímóti fríari fosturtøku, fóru úr tinginum, og Kaj Leo Holm Johannesen og Árni M. Dam, ið báðir eru fyri liberaliseringini, tóku sæti aftur á tingi, sóu 4 tingfólk, 3 úr samgonguni og 1 úr andstøðuni sítt snitt til at leggja uppskotið fram aftur.

Men viðgerðin av málinum í Rættarnevndini var drúgv, so drúgv, at forkvinnan mátti biðja tingforkvinnuna um longda freist. Og júst tað kann fara at vísa seg at vera eitt stórt sjálvmál til atkvøðugreiðsluna. Tí freistin varð sett til 7. november, og 4. november varð Djóni N. Joensen uppsagdur sum landsstýrismaður. Hann hevur boðað frá, at hann er ímóti fríari fosturtøku, og nú var tað nei-síðan, sum sá sítt snitt til at spekulera í varafólkum. Jaspur Langaard hevur tikið við eftir Kaj Leo Johannesen, og Kim Durhuus má víkja sætið fyri Djóna. Tað ger, at minst møguliga marginan fær øvug fortekn.

Tað verður tí spennandi at vita, um málið verður samtykt ella fellur enn eina ferð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…