Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjónám: Almenn fráfaringarløta fyri Sigrun Poulsen

SKRIVAÐ: Sjónám  |  01.12.2025 - 14:21 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Hósdagin 4. desember kl. 15:00 verður almenn fráfaringarløta á Sjónámi fyri Sigrun Poulsen, sum eftir 36 ár í starvi á Klaksvíkar Sjómansskúla, og síðani Sjónámi, leggur frá sær fyri aldur.

 

Sigrun hevur gjøgnum árini verið ein lykilpersónur í rakstrinum og menningini av skúlanum og ein hollur stuðul fyri næmingar, skeiðsluttakarar og starvsfelagar. Tað vilja vit hátíðarhalda og samstundis takka henni hjartaliga fyri drúgva og trúgva tænastu.

Vit bjóða tí fyrrverandi og núverandi næmingum, skeiðsluttakarum, samstarvsfeløgum, vinum og kenningum Sigrunnar at vera við til eina hátíðarliga og hugnaliga løtu, har høvi verður at heilsa uppá hana, og deila minnir og søgur.

Ábit og drekkamuður verður at fáa - afturvið røðum og tónleiki.

 

Tíð: Hósdagin 4. desember kl. 15:00–17:00

Stað: Sjónám, Faktorsvegur 14, Klaksvík

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Útróðurin má fáa betri treytir!
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Lýsing