Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bartal og Bjarni og vinir teirra

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.12.2025 - 08:52 Mentan Myndarøð

Nýggj føroysk fotobók við søgu og spølum er komið út

 

 

Myndir: Kristfríð Tyril 

Text og myndatilfarð: Monika Stauss Joensen 

 

Ein nýtt, eitt sindur øðrvísi barnabók er akkurat komið út. Tað eru tær báðar, Monika Stauss Joensen og Kristfríð Tyril, sum hava gjørt eina nýggja bók um bamsurnar Bartal og Bjarni og vinir  teirra,  sum eru fýra hvít mýs. Hetta er onnur bók av hesum slagið. Tann fyrra, Bartal og Bjarni, kom út í 1015 og bleiv hon útselt beinavegin.

 Myndirnar í bókini eru fotomyndir og bamsurnar, mýsnar og alt á myndunum er veruligt.

Kristfríð Tyril er fotografur og hevur drúgvar royndir við at taka myndir, bæði portrettmyndir og myndir frá tiltøkum. Hetta er fjóra ferð, at hon ger bók saman við Moniku Stauss Joensen.

- Bókin er ikki bara ein søga, men hevur ymiskt, sum børnini skulu finna og hugskot til ymiskt kreativt, sum børnini kunnu spæla, bæði í og uttan fyri bókina

Monika og Kristfríð halda ikki, at bókin hevur ein yvirskipaðan boðskap, men heldur hevur hon nógv ymisk gullkorn.

- Søgan snýr seg um tveir beiggjar, sum eru ymiskir, bæði av lindi og í áhugamálum. Hugsar man um vinir teirra, mýsnar, blíva ymiskleikarnar enn fleiri. Aftrat leggur søgan alla tíðina upp til kreativitet.

Aldursbólkurin er børn millum trý og átta ár.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Leikarar og áskoðarar fagnaðu hvørøðrum
Óli er grammur í huga
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Upplagt at vitja Skríggj
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ