Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ankerstjerne á Voxbotn 2026

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.12.2025 - 14:05 Mentan Tíðindi

Er tú til vælframleiddan nútímans popp tónleik, so er Vágsbotnur staðið tú skalt vera 27. juni. Tá verður eitt av fremstu poppfyribrygdunum í Kongaríkinum á pallinum. Ankerstjerne er verulig poppstjørna, so verið klár at hoppa og dansa, tá lekkri tónleikurin floymir yvir okkum.

 

Ankerstjerne er ein óvanliga dugnaligur rappari, sangari og framleiðari. Stroymingstænasturnar tala sítt greiða mál. Bara á Spotify hevur hann hálva millión av mánaðarligum lurtarum, og løg hansara hava fleiri milliónir av stroymingum.

Síðani Ankerstjerne debuteraði í 2011 varð tað øllum greitt, at talan er um eitt ekseptionelt talent. Tónleikur hansara hevur eitt altjóða støði, og hann gjørdist skjótt so væl umtóktur, at hann framførdi oftast trý kvøld um vikuna.

Hann framførdi so nógv, at einaferð í 2016, tá hann fór av einum palli, segði hann við seg sjálvan: “Eg fari ongantíð aftur á ein pall”. Hann vildi bara arbeiða í upptøkuhølum og saman við sjónvarpsframleiðsluliðum. Og soleiðis var heilt fram til í fjør, tá neistin aftur kyknaði, og hugurin til liveframførslur aftur vaknaði. Tá útgav hann lagið “Børn af natten” sum gjørdist eitt risahitt, og verður heilt nógv spælt enn.

Hann er ein risi innan danskan popptónleik. Hann hevur útgivið og samstarva við flest øll tey stóru á danska tónleikapallinum. Nøvn sum Burhan G, Rasmus Seebach, Nik og Jay og mong, mong onnur kunna nevnast sum samstarvsfelagar. Fleiri av hittunum hjá omanfyrinevndu eru skrivað og framleidd av Ankerstjerne.

Tað verður ein risa poppveitsla tá Ankerstjerne kemur at framføra á Voxbotn 2026. Maðurin er í toppformi, tí hann framførir til hópin av risa tiltøkum í summar.

Ankerstjerne er meira enn ein poppkongur í Danmark, tí umframt at rappa og framleiða nútímans tónleik, er hann kendur frá sjónvarpsrøðini X-Factor har hann hevur verið dómari saman við Oh Land og Thomas Blackman.

Talan er sostatt um eina stóra persónligheit í donsku undirhaldsvinnuni, sum fer at seta veruligt lív í veitsluna í Vágsbotni, 27. juni.

Keyp tí atgongumerki í dag fyri einans 895 kr. í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á ebillett.fo.

Voxbotn 2026 í samstarvi við: SMS, Atlantic Airways, OY, Betri Trygging, Eta, Burger King, Magn, Red Bull, Coca Cola, Hoyrnina og Nema.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Greining: Ongin Suðuroyar­tunnil kann bja…
Ankerstjerne á Voxbotn 2026
Frændur á G! 2026
Jóla­gestu­rin vitjar Norðlýsið
Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakast…
Stóra jóla­blaðið í gerð
Hendan er nýggjur vøddaviðgeri hjá KÍ
Trump-stuðlar hava keypt seg inn í grønl…
”Eitt søguligt politiskt lágmark” og ”va…
Fosturtøkumálið samtykt - woke brigadan…
Brynja Høj nýggjur Stjørnuleikari
Tá WC kom í skúlan í Hvannasundi
Sanktiónsmálið samtykt
Jóla­hugnaløta í kirkju­kjallaranum
Hallgerð og Anfinn vitja Norðlýsið
Eg eri ikki við í hesari korruptión­ini
Gerðabýti í Javnaðar­flokkinum
Syngja jólini inn í Kunoyar kirkju
Stakkavík 8.000 pund
Kropsligt sjálvræði nú!