Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

Friðarligt flytingarvindeyga hjá KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.12.2025 - 19:28 Ítrottur Tíðindi

Tað hevur verið friðarligt í KÍ eftir kappingarenda, og tað verður tað helst eisini framyvir.

Ahmed Latif og Claes Kronberg eru farnir úr hópinum, sum endaði kappingarárið 2025, meðan tað enn er ivasamt við Mads Boe Mikkelsen, sum hevur havt eitt ynski um at royna okkurt nýtt í Danmark.

Eingin tilgongd hevur verið enn. U21-landsliðsleikarin Jákup N. Vilhelmsen, hevur sáttmála við KÍ og væntast at verða partur av hópinum fyrstu vikurnar, har partarnir síðani meta um hvønn annan og hvørji útlit eru fyri spælitíð. Norski álopsleikarin Jakon Rømo Skille hevur verið settur ísamband við KÍ, men tað er óvist sambært okkara keldum, um nakað spyrt burturúr tí, men samband hevur verið millum partarnar.

KÍ fer at fáa tilgongd, men sum tað liggur í kortunum nú, so verður talan um fáar leikarar. Tó koma helst í minsta lagi tveir nýggir og har verður sum skilst hugt eftir leikarum til álopspartin. Bæði ein álopsleikari og ein skapandi leikari. Fyrr í ár ljóðaði, at KÍ kanska aftur fór at royna tilgongd úr Argentina, men tað er nú meira ivasamt, og tí er kanska meir sannlíkt, at hugt verður í Skandinavia.

Tað skal sum skilst ikki avskrivast, at tilgongdin fer at telja fleiri enn tveir leikarar, men sum støðan er nú, so kann væntast eitt friðarligt flytingarvindeygað við nógv minni útskifting enn flestu av undanfarnu árum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið