Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir vann tvær ferðir 3-0 á Fleyr í fýra dagar

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  04.12.2025 - 05:57 Ítrottur Tíðindi

Við teimum báðum sigrunum fór Mjølnir seks stig framum ÍF og SÍ, sum tó hava spælt ávikavist tveir og ein dyst færri enn Mjølnir. Sunnudagin møtast SÍ og ÍF í Sørvági. Leygardagin vitjar Mjølnir Ternuna á Toftum

 

Mjølnir – Fleyr 3-0 (25-16, 25-20, 25-20)

Tvær ferðir í fýra dagar hava Mjølnir og Fleyr møtst í Klaksvík, og bara í einum setti var Fleyr nakrantíð á odda; tað var í triðja settinum í gjárkvøldið, sum Fleyr skuldi havt vunnið, tí havnarmenn vóru á odda 17-11, men stígur kom í, og eftir at Fleyr hevði vunnið bóltin til 20-17, vann Mjølnir rest: átta bóltar á rað og harvið settið 25-20.

Í fyrsta setti fekk heimaliðið lítla og onga mótstøðu, og Mjølnir vann 25-16. Fleyr fylgdi við til miðskeiðis í øðrum setti, tá Mjølnir fór framum og var fyri tað mesta á odda við fýra, fimm stigum, tað sum eftir var av settinum, sum Mjølnir vann 25-20.


Mjølnir – Fleyr 3-0 (25-12, 25-17, 25-22)

Leygardagin vann Mjølnir eins sannførandi. Eftir tapið fyri SÍ segði Phil Freere við 3-2, at teir vóru nakað troyttir eftir evropeisku dystirnar, men ta møðina sást einki til leygardagin, og við sjey stigum á rað legði Mjølnir seg á odda 10-2 í fyrsta setti, sum varð vunnið so mikið sum 25-12.

Annað sett var meinlíkt, og Mjølnir fór framum 10-3 og 21-12, áðrenn Fleyr pyntaði eitt lítið sindur um úrslitið, sum gjørdist 25-17 til Mjølnir.

Í triðja setti gekk javnari fyri seg, og støðan gjørdist 9-9, men so dragnaði Fleyr, og Mjølnir fór framum 18-11. Fleyr gjørdi ein vørr móti endanum og bardi seg upp á 22-24, men við triðja dystarbóltinum vann Mjølnir settið 25-22.

Við teimum báðum sigrunum fór Mjølnir seks stig framum ÍF og SÍ, sum tó hava spælt ávikavist tveir og ein dyst færri enn Mjølnir. Sunnudagin møtast SÍ og ÍF í Sørvági. Leygardagin vitjar Mjølnir Ternuna á Toftum.

 

Stigatalvan í Polestar deildini

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið