Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vit skuldu kunna sett okkum saman og hugt eftir, hvussu vit fáa reparera brúnna, sum ger, at kvinnur í neyð eru betri vardar enn tær vóru, tá Rannvá sat ósek í Djúpadali við síni skomm, sigur Ruth Norðgerð

Læt okkum skriva eina lóg sum passar til okkara tørv

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.12.2025 - 07:21 Mentan Politikkur Tíðindi

Eg trúgvi, at av tí at vit hava nakrar felagsgrundir, sum semja er um, so eiga vit eisini at kunna seta okkum niður og skriva eina lóg sum passar til júst okkara tørv, og ikki bara eina one size, chat-gpt loysn, men eitt veruligt lógarsmíð, sum passar til okkum, sigur Ruth Norðgerð í samrøðu við Norðlýsið

 

Norðlýsið hevur vent sær til Ruth Norðgerð at frætta hvussu hon sær uppá málið um fosturtøku. Ruth Norðgerð er fyrrverandi forkvinna í sjálvbodna hjálparfelagsskapinum Pro Vita, sum hevur til endamáls at verja lív, frá gitnaði til natúrligan deyða. Ruth leggur dent á, at hennara úttalilsir eru hennara egnu hugsanir, og eru ikki ein felags fatan hjá øllum, sum eru fyri lívi. 
 
Vit spyrja Ruth hvussu hon sær landsskapið við fosturtøkulógini.

Ein gamal fabel er um eina kvinnu, sum gongur fram við einari á. Har hoyrir hon, at onkur er um at drukna.  Hon fer at hjálpa, og fær drongin uppá turt, men í somu løtu hoyrir hon næsta rópi eftir hjálp, og hon hjálpir. So hvørt hon hevur hjálpt einum persóni upp á turt, so er næsti persónur í neyð. Eftir eina góð løtu, so lættir tokan. Hon sær nú at longur uppi er ein brúgv, sum hevur eitt stórt hol í, og fólkini detta kropp á kroppi í ánna. Soleiðis tykir mær, at lógaruppskotið um fosturtøku er. Ein lóg verður skrivað fyri at bjarga kvinnum úr ánni, men ongin spyr, hví tær ynskja fosturtøku.

Verandi fosturtøkulóg er einki at reypa av. Hon er ógreið, hevur ein læknaligan farnan vinkul og gevur tulkingarmøguleikar, men andin í lógini er, at fostur hava menniskjavirði, greiðir Ruth frá. 

So eru nøkur ting, sum flest fólk óansæð fyri ella ímóti fosturtøku, tykjast at vera samd um; at fosturtøkutølini skulu vera so lág sum møguligt, at fosturtøka skal ikki brúkast sum fyribyrging og at kvinnur taka ikki fosturtøku við gleði

Eftir at hoyra Honnu Jensen siga, at hon helt, at um man ynskti breiða semju í málinum, so var tað ikki hetta uppskotið, sum kom at fáa tað. Og tað kann hon so eisini hava rætt í, heldur Ruth. 

Serliga er tað fýra punkt, sum eg sakni í lógini, sum annars vildu verið viðvirkandi til, at fosturtøkutølini eru so lág sum møguligt.

  1. Ábyrgd mansins – at fáa mannin at kenna eina stóra ábyrgd, tí tað sleppur kvinnan ikki undan, tá hon er vorin við barn – óansæð hvat hon velur.
  2. Alternativ til kvinnuna – at tryggja at kvinnur ikki má velja barnið frá av sosialum orsøkum.
  3. Upplýsing – at fyribyrgja at kvinnan ikki seinni skal angra avgerðina, tí tað vendist ikki aftur.
  4. Treytaleysa virðingin fyri mannalívi – at fasthalda at vit í Føroyum meta at øll hava sama virði.

 

Ábyrgd mansins

Eitt barn veksur innan í einari kvinnu, so tað er eyðsæð, at tað ikki er møguleiki hjá henni at sleppa undan ábyrgd. Men maðurin hevur eisini eina ábyrgd av tí lívsumbroytandi broytingini, sum kvinnan longu stendur andlit til andlit við. Her kundi t.d. verið eitt forsyrgjaragjald verið álagt á 100.000,-, sum fellur til ógiftu kvinnuna, tá barnið er føtt. Hetta kundi havt tvær avleiðingar. 1. kvinnan fekk ein startkapital til barnavogn, song, bilstól, pumpur, feltil, klæðir o.s.f. Hetta kann eisini vera eitt íkast til allar mistu inntøkurnar, sum kvinnan missur, trý tey fyrstu árini av lívinum og undir barnsburði. Eg veit, at hetta gjaldið er sera lágt sett, men tað er meir enn nú, sigur Ruth

 

Alternativ til kvinnuna

Seinastu árini hava vit javnan sæð greinar vera skrivaðar upp og niður um hetta fría valið, sum kvinnan skal hava. Sum kvinna, sum hevur sera torført við at bera børn, so kann eg staðfesta, at einki val er, um so er, at alt ikki gongur eftir bókini. Eingin hjálp er at heinta í viðgongutíðini fyri at hjálpa kvinnum ígjøgnum. Her eru absolutt møguleikar til at gera skipanir ella paragraffir, sum eisini kunnu fevna um barnakonur.

Kvinnan skuldi fyrst av øllum fingið eina samrøðu við ein sosialráðgeva, sum saman við kvinnuni, hjálpir at lúka burtur sosialu orsøkirnar til, at kvinnan kennir seg noydda at velja fosturtøku. Men her vil eg leggja afturat, at sosialráðgeving hevur ógvuliga lítið av hjálp at vísa á, tí er økið ov skallut til at góðkenna eina nýggja liberala lóg, tí er verandi uppskot við til at kroysta kroystar kvinnur. Hendan samrøðan vildi somuleiðis verið besta amboð at stýrt einum barna- og ungdómsøki og almannaøkinum, sigur Ruth. 

 

Upplýsing

Tá vit hava eina tíð til eina skurðviðgerð, so er ein innleggingarsamrøða nakrar dagar áðrenn. Til hesa samrøðu verður alt lagt á borðið, hvussu ”indgrebið” fer fram, hvussu langa tíð tað tekur, hvør verður har o.s.f. Eisini skuldi kvinnan fingið eina skanning, so hon kann taka avgerðina við opnum eygum og fult upplýst. At fáa hesar upplýsingar seinni kunnu elva til miklan skaða og sorg hjá kvinnunum.

Somuleiðis vildi upplýsing um, hvat ein byrja viðgongutíð ger við kroppin, og hvussu kroppurin ávirkast av at barnsburðurin steðgar.

Eg trúgvi, at fleiri eru ógvuliga góðtrúgvin á hesum økinum. Hugsast má um at eitt stórt maskinarí er farið í gongd í kvinnuni og er farin at vera seg kláran til eina 40 vikur langa viðgongutíð.

Betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin, slær Ruth fast. 

 

Treytaleysa virðingin fyri mannalívi

Ofta vera grundgevingar ramsaðar upp til grund fyri, hvat man kann góðtaka av grundum til, at ein kvinna eigur at fáa játtað fosturtøku: barnið fer væntandi at bera brek, mamman er ov gomul ella ung, pápin er pædofil, mammubeiggin er pápin, gentan er neyðtikin.

Her eru vit inni á einum vandamiklum øki, um vit ikki bert hugsa um løtumyndina hjá hesari ávísu kvinnuni, sum er í neyð, men um grundmoralin og hugsjónina av hvat slag av samfelagi, vit ynskja at byggja.

Vit hava fólk sum bera brek í samfelagnum. Skulu vit góðtaka, at vit byggja eitt samfelag, sum var betri uttan tey?, spyr Ruth. 

Vit hava ungar mammu og gamlar mammur. Í hagtølunum fylla tær ikki nógv, men aftur: tær eru orsøk til at man skal broyta eina lóg, so tær ikki skulu kenna seg noyddar at fáa barnið, tí tað passar ikki inn. Mamma mín var 40,5, tá hon fekk meg. Kærleiki og umsorgan skortaði ikki, og tey vístu, at eg var ynskt. Sum vaksin havi eg tó lært meir um, hvussu mamma mátti berjast fyri at sleppa at ganga við mær, tí hon var gomul og sjúk.

Eg kundi tikið dømi um øll hesin menniskjuni, sum vit góðtaka vera burtur úr okkara samfelag, og vil gera vart við, at hesi fólkini ganga í millum okkum dagliga. Tey sum yvirlivdu. Tey eru læknar og lærara, trukkførarar og deildarleiðarar, heimleys í Steinatúni og hoteleigarar. Og vit eru samd um, at øll eru líka góð, slær Ruth fast. 

Eg trúgvi, at av tí at vit hava nakrar felagsgrundir, sum semja er um, so eiga vit eisini at kunna seta okkum niður og skriva eina lóg sum passar til júst okkara tørv, og ikki bara eina one size, chat-gpt loysn, men eitt veruligt lógarsmíð, sum passar til okkum, sigur Ruth við Norðlýsið at enda. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Læt okkum skriva eina lóg sum passar til…
Mjølnir vann tvær ferðir 3-0 á Fleyr í f…
HANDAN DEYÐANS DYR - Nýggj bók frá forla…
Friðarligt flytingarvindeyga hjá KÍ
Nýtt føroyskt start-up
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Greining: Ongin Suðuroyar­tunnil kann bja…
Ankerstjerne á Voxbotn 2026
Frændur á G! 2026
Jóla­gestu­rin vitjar Norðlýsið
Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakast…
Stóra jóla­blaðið í gerð
Hendan er nýggjur vøddaviðgeri hjá KÍ
Trump-stuðlar hava keypt seg inn í grønl…
”Eitt søguligt politiskt lágmark” og ”va…
Fosturtøkumálið samtykt - woke brigadan…
Brynja Høj nýggjur Stjørnuleikari
Tá WC kom í skúlan í Hvannasundi
Sanktiónsmálið samtykt
Jóla­hugnaløta í kirkju­kjallaranum