Lýsing
Lýsing
Lýsing
Maria Zakharova, talskvinna fyri russiska Uttanríkisráðið, bæði harmast og ávarar, nú Landsstýrið hevur fingið rætt til at burturvísa russiskum skipum, sum í dag eru umfatað av Fiskiveiðiavtaluni frá 1977, burtur úr føroyskum sjóøki | Mynd: Russiska Uttanríkisráðið

Løgtingið sett fiskiveiðiavtaluna frá 1977 í vanda

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.12.2025 - 22:22 Politikkur Tíðindi Vinna

Um Landsstýrið brúkar heimildina, sum Løgtingið júst hevur latið teimum, til at sanktionera 2 russisk reiðarí, so er øll fiskiveiðiavtalan frá 1977 í vanda fyri at detta burtur, sigur talskvinnan fyri russiska Uttanríkisráðið.

 

Maria Zakharova, ið tosar fyri Sergei Lavrov og russiska Uttanríkisráðið, sigur, at stigið hjá Føroyum er alt annað enn vinarligt og fær tey at seta spurningarnar við Føroyar sum álítandi samstarvspart. Hon sipar til, at Løgtingið týsdagin samtykti at geva Sirið Stenberg heimild til at burturvísa skipum hjá reiðaríunum Norebu og Murman Seafood úr føroyskum sjóøki.

Hon vísir eisini á, at Russland annars var sinnað at halda fram við ”konstruktivu bondunum” á fiskivinnuøkinum. Tað er orsøkin til, at Russland higartil ikki hevur sett móttiltøk í verk sum svar uppá tiltøkini, sum longu eru sett í verk, herundir havnarstongsulin. Tá heitti russiska fiskaríagenturið Rosrybolovstvo á russisku stjórnina um at seta bann fyri innflutningi av føroyskum fiskavørum. Men russiska stjórnin gjørdi tað ikki vegna atlit til samstarvið í Fiskiveiðiavtaluni. Júst tí russisku skipini, ið eru umfatað av Fiskiveiðiavtaluni, vóru undantikin sanktiónunum.

At tað nú er Føroya Løgting, sum ikki tekur fyrilit fyri Fiskiveiðiavtaluni, við tað at heimild 2. desember varð latin Landsstýrinum at tveita skip, sum í dag eru umfatað av avtaluni, úr føroyskum øki, ger, at Russland nú sær tað sum sín rætt at svara aftur við móttiltøkum ímóti Føroyum. Maria Zakharova sigur tó eisini, at móttiltøkini bert verða sett í verk, um Landsstýrið ger nýtslu av heimildini frá Løgtinginum. So nú liggur alt í hondunum á Sirið Stenberg ...

Keldur: https://www.rbc.ru/politics/04/12/2025/69316f389a7947cb3d18f04f og

https://www.rbc.ru/politics/04/12/2025/69316f389a7947cb3d18f04f.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…