Lítla sjúkrahúsið við alstóra týdninginum
Í grein hjá Dansk Selskab for ledere i Sundhedsvæsenet verður risastóri týdningurin, sum Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fyri heilsuna og heilsuverkið í Føroyum, umrøddur
Greinin nevnir m.a., at Klaksvíkar Sjúkrahús enn, 130 ár eftir stovningina, byggir á sama grundarlag: Umsorgan, ábyrgd og felagsskap. Sjúkrahúsið hevur í dag umleið 140 ársverk, og tað tænir Norðoyggjum og norðara parti av landinum við einum fólkatali á umleið 12.000 fólk, og hevur eisini landsuppgávur.
Sjúkrahúsið hevur ment seg til eitt nútímans regionalsjúkrahús við breiðari tænastu og alstórum týdningi. Tað hevur blandaða medisinska og kirurgiska deild, dagkirurgi, skaðastovu og røntgen, og starvsfólkini arbeiða í tvørfakligum toymum og finna kreativar loysnir, tí hópurin er lítil.
Starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsið hevur sterka rehabiliteringardeild og samstarvar við Bodil Eskesen Center og danskar neurologar, eins og landsumfevnandi svøvnambulatorium við talgildum samstarvi við Vejle Sygehus er á sjúkrahúsinum. Serlæknar koma regluliga úr Danmark og øðrum Norðurlondum til at fremja skurðviðgerðir. Sjúkrahúsið hevur eisini ment seg við nýggjum tænastum sum itróttarskurðlæknafrøði og hevur breitt samstarv við Gentofte og Aalborg.
Í 2023 fekk sjúkrahúsið ein 3T MR-skannara í gávu, sum styrkir munandi um útgreiningar og skjótari viðgerð.
Greinin kann í fullum líki lesast á https://dssnet.dk/et-lille-hospital-med-stor-betydning/