Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýrið umsíður strikað 72 ára fráfaringaraldurin

SKRIVAÐ: Áhugabólkur Pensjónista  |  08.12.2025 - 23:45 Politikkur Tíðindaskriv

Áhugabólkar fyri pensjónistar hava seinastu nógvu árini, til fánýtis, barst fyri at fáa Landsstýrið at taka av fráfaringaraldurin hjá tí almenna. Áhaldandi er gjørt vart við, at tey eldru ikki mugu verða fyri mismuni á almenna arbeiðsmarknaðinum og eiga at kunna arbeiða so longi, tey hava hug og orku at arbeiða.

 

Nú er ongin fráfaringaraldur. Í kvøld hin 8. des. 2025 frættust sera góð tíðindi í Útvarpi Føroya. Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur strikað 72 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna.

Hereftir hevur tað almenna ongan fráfaringaraldur og kunnu tey eldru umsíður arbeiða so longi, orka og hugur er til tess og sjálvi gera av, nær tey fara av arbeiðsmarknaðinum.

Áhugabólkur Pensjónista takkar við hesum landsstýrinum fyri, at fráfaringaraldurin umsíður er burturbeindur.

Í februar 2022 tók Heðin Mortensen, táverandi borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, av fráfaringaraldurin hjá Tórshavnar Kommunu.

Vónandi fylgja tær kommunur, ið enn hava fráfaringaraldur, eftir og taka henda mismun av ongantíð ov skjótt.

Nú má tíðin umsíðir verða komin til handa, at tey eldru í Føroyum fáa frían rætt at luttaka á almenna arbeiðsmarknaðinum – um hugur og orka er til tess.

 

Áhugabólkur Pensjónista

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…