Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá politikkurin er “nógv á skák”

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  11.12.2025 - 10:39 Politikkur Tíðindaskriv

FM1 hevur vikuliga eina sending sum eitur “Stjórnin - Politikkur á skák”. Eg plagi av og á at lurta eftir sendingini, men onkuntíð haldi eg, at tað sum verður sagt har er meira “á skák” enn tað er politikkur

 

 

Í gjár varð eg sjálvur umrøddur í sambandi við at eg skuldi hava sagt, at varafólk á tingi hava ikki sama virði sum beinleiðis vald tingfólk.

Nú skal tað sigast, at tann fyrsti sum brúkti júst hatta “argumentið” ímóti mær, tá eg var nývaldur í Løgtingi, var júst Tórbjørn Jacobsen, sum er ein av luttakarunum í sendingini. Men hann hevur eftir øllum at døma broytt meining, tí nú sigur hann, at tað er eitt púra greitt prinsipp, at ert tú komin í Løgtingið, so hevur tú akkurát tað sama at siga sum øll hini.

Heðin Zachariasen segði tað vera ófatiligt, at nakar kundi fáa slík orð úr munninum á sær, tí hetta var at niðurgera tey eykavaldu. Triði luttakarin, Jóannes Eidesgaard, roknaði hvussu lítil munur var á atkvøðutalunum hjá mær og onkrum eykavaldum.

Jú tað er rætt, at eg haldi tað vera løgið, at eitt landsstýrisfólk kann leggja landsstýrissessin frá sær sama dag sum fosturtøkumálið kemur til 2. viðgerð, fyri at ein frákoyrdur landsstýrismaður, sum annars ætlaði sær at atkvøða ímóti málinum, kann sleppa aftur í sama landsstýrissess, sum hann júst er loystur úr. Landsstýrisfólk kunnu ikki renna inn og út úr landsstýrinum, alt eftir hvørji mál standa á skrá í Løgtinginum.

Í tí sambandinum nevndi eg, tá fosturtøkumálið var til 3. viðgerð, at ein tingkvinna, við 0,8 prosentum av atkvøðunum á seinasta løgtingsvali, slapp einsamøll at avgera, um málið bleiv samtykt ella ikki. Tað kallaði eg eitt demokratiskt problem!

Men so segði eg eisini:

“Lat meg so undirstrika fyri ein góðan ordan skyld, at eg síggi øll løgtingsfólk sum løgtingsfólk, líkamikið hvussu nógvar atkvøður tey hava fingið og líkamikið um tey eru beinleiðis vald ella eykavald, so tað er ikki har eg eri.”

Fleiri løgtingsfólk viðmerktu røðuna hjá mær, har tey vístu á tað sama, og tey fingu øll sama svar: “Øll løgtingsfólk eru løgtingsfólk, líkamikið um tey eru beinleiðis vald ella ikki.”

Og kortini, so fáa tey á FM1 tíðina at ganga við at viðmerkja hesa skeivu tulkingina av mínum orðum.

Men eg haldi fast við, at tað er eitt demokratiskt problem, at landsstýrið hevur innført eina svinghurð, har landsstýrisfólk kunnu ganga inn og út sum tey vilja. Tað hoyrir ongastaðni heima.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Gudstænasta í Mikladals kirkju
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt
Býráðsfundir í 2026
Sylvan aftur í KÍ