Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fullsett Jobmatch í nýggjum karmum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.12.2025 - 12:00 Tíðindaskriv Vinna

Týsdagin 30. desember verður Stórhøllin við Tjarnir fullsett við føroyskum arbeiðsgevarum á Jobmatch, sum vilja koma á tal við lesandi ella fólki við útbúgving ella royndum, ið sóknast eftir starvi ella øðrum samstarvi í Føroyum.

 

Jobmatch hevur veruliga vunnið sær sess sum afturvendandi starvstevna millum jóla og nýggjárs, og undirtøkan er vaksandi á hvørjum ári.

“Tilmeldingin í ár hevur gingið við rúkandi ferð, og varð mest sum fullsett longu í oktober mánaði. Hetta hóast vit nú eru flutt niðan í flottu og rúmligu Stórhøllina við Tjarnir, og tískil eisini hava fingið pláss fyri fleiri luttakarum. Tað, at hava allar luttakararnar samlaðar í einum stórum høli, vænti eg, fer at geva starvstevnuni eitt enn betur ‘flow’, ið fer at gagnast bæði luttakarum og vitjandi.” sigur Katrin I. Gregersen, samskipari av Jobmatch.

JobPrát skipanin er opnað, og hava vitjandi longu nú bílagt sær jobprát. Til ber at gera hetta  umvegis heimasíðuna jobmatch.fo fram til mánadagin 29. desember kl. 12. Men best er at bíleggja í góðari tíð.

“Tað er eitt sera breitt úrvæl av arbeiðsgevarum frá bæði tí privata, kommunala og almenna geiranum, innan framleiðslu, handverk, tænastu, gransking og fyrisiting.  Á heimasíðuni jobmatch.fo ber til at kunna seg um einstøku fyritøkuna ella stovnin” sigur Katrin.

Jobmatch starvstevnan verður týsdagin 30. desember í Stórhøllini við Tjarnir. Tiltakið er ókeypis fyri vitjandi.

Jobmatch verður stuðla av Tórshavnar kommunu, Bakkafrost, Articon og Sansir

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…