Lýsing
Lýsing
Lýsing

Týðandi framstig ímóti óljóði frá skipum

SKRIVAÐ: Heimafriður  |  11.12.2025 - 18:50 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Heimafriður markerar sjey ár við týðandi framstigum í arbeiðinum ímóti óljóði frá skipum.

 

Sjey ár eru liðin síðani felagið Heimafriður varð stovnað. Felagið varð sett á stovn við einum greiðum endamáli: at verja heimafriðin og lívsgóðskuna hjá borgarum móti óneyðugum og skaðiligum ljóð-, ljós- og luftdálkan frá skipum, ið liggja við bryggju.

Síðani stovnanina hevur Heimafriður arbeitt miðvíst fyri at seta trupulleikan við larmi á dagsskránna. Hóast avbjóðingarnar enn ikki eru loystar til fulnar, hevur felagið verið við til at skapa grundleggjandi broytingar í bæði tilvitan, almennum kjaki handfaring hjá myndugleikum og reiðaríum tá talan er um dálking frá skipum við bryggju.

Við áhaldandi arbeiði hevur Heimafriður skjalprógvað, hvussu larmur ávirkar heilsu, svøvn og trivnað hjá fólki, sum búgva nær bryggjum og havnum. Felagið hevur ført borgaranna sjónarmið fram, kravt greiðar reglur og arbeitt fyri loysnum sum landstreym, ljóðmátingar, kunngerðir, eftirlit, markvirðir og ábyrgdarfullan havnapolitikk.

Í dag er ein nógv størri fatan av álvaranum í trupulleikanum, og dálking frá skipum verður ikki longur sædd sum nakað, ið borgarar bara mugu finna seg í. Hetta er eitt týdningarmikið stig fram á leið, men tað er ikki nóg mikið.

Heimafriður heldur fram at arbeiða fyri bindandi reglum, veruligum eftirliti, eftirkannanarskipan og ítøkiligum loysnum, sum tryggja borgarum rætt til heimafrið – eisini í økjum, har fólk búgva tætt at havnum og bryggjum.

Á sjey ára stovningardegnum verður eisini tøkk send teimum borgarum, sum hava sagt frá, samstarvspørtum og teimum myndugleikum, sum hava tikið trupulleikan í álvara. Arbeiðið heldur fram, til heimafriður ikki er eitt serligt undantak, men ein sjálvsagdur rættur.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tjóðveldi fyri seinastu ferð
Jannie er viljasterk, handlikraftig og r…
Tað skal verða lættari hjá borgarum við…
Afturbering av MVG (25%) til okkara ungd…
Bíðitíðin til útgreining skal styttast
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna