Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.12.2025 - 17:07 Tíðindi Veðrið

Tað hevur verið vaksandi vindurav útsynningi í dag – úr einum frískum loti í morgun upp í hvassan vind seinnapartin. Tað hevur verið turt fyri tað mesta, tó hevur okkurt ælið verið í støðum. Nokko lýtt, hitin hevur ligið um 9-10 stig.

Í kvøld eru 10 til 15 m/s sunnan, samdrigið og ælaveður. Í nátt gongur hann vesturum til útsynning, sami vindur, 10 til 15 m/s, og longri millum ælini. Hitin í dag fer at vera millum 6 og 10 stig.

Taka vit veðrið í morgin, so er tað vindur og regn. Hann fer at veksa liggja av útsynningi allan dagin, tó eina løtu báðumegin middag er ættin sunnan. Vindurin fer at veksa upp úr 10 til 15 m/s á morgni upp í 15 til 20 m/s seinnapartin. Onkra løtu eru 18 til 23 m/s – hetta er heilt fitt av vindi, men ikki líka nógv, sum roknað varð við í forsøgnunum í gjár.

Taka vit avfallið í morgin, so er ælaveður fyrrapartin, men frá middegi til midnátt og sunnunáttina við er samregn – t.e. tað regnar uttan slit um alt landið. Hitin í morgin 5 til 10 stig. 

Fyrrapartin sunnudagin gongur hann niður í sunnan og minkar vindin niður í 3 til 8 m/s. Brúgvalagið við samregninum fer norðurum, og vit fáa ælaveður ístaðin – í hæddunum kann vera vátakavi.

Seint seinnapartin veksur hann aftur vindin av útsynningi – upp í 13 til 18 m/s – aftur samdrigið og regn.

Mánanáttina minkandi vindur og avfall. Hitin sunnudagin 5 til 10 stig.  

 

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið