Flutningur er frælsi
MEGD fegnast um, at samgongumboðini í Trivnaðarnevnd Løgtingsins vilja hava kannað hvussu skipanin við stuðli til avlamisbilar kann verður sett í verk aftur. Nýggja livikorskanningin um fyritíðarpensionistar stuðlar undir týdningin, bilurin hevur fyri flytførið hjá fólki við breki
Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið, um at broyta lógina um almannatrygd, so at skipanin við stuðli til at keypa persónbil til fólk við breki, so ella so verður endurstovnað. Hetta er skipanin sum varð tikin av á heysti 2023 í sambandi við sparingar á fíggjarlógini.
Positivir tónar
Í Trivnaranevndini býtti nevndin seg í ein meirluta og og ein minniluta. Samgonguumboðini taka ikki undir við uppskotinum, sum bendir á, at uppskotið helst ikki verður samtykt.
Kortini bendir okkurt á, at útlit eru til at vit fáa eina skipan við stuðli til avlamisbilar aftur, kanska í broyttum líki.
Í álitinum frá Trivnaðarnevndini siga samgonguumboðini, at tað er ikki ynskiligt at venda aftur til gomlu skipanina. Heldur ynskir mann at arbeiða við at fáa eina nýggja skipan, sum er til gagns fyri tey, ið hava tørv á einum avlamisbili og sum er munandi lættari at umsita enn verandi skipan.
”Tí heitir minnilutin (samgonguumboðini) á landsstýrið um at kanna, hvussu stuðul til avlamisbilar kann skipast frameftir, so skipanin virkar fyri brúkaran, er gjøgnumskygd og løtt at umsita”, skriva tey í álitinum.
Tá uppskotið varð viðgjørt í tinginum vóru flestu løgtingslimir, ið tóku orðið samdir um, at okkurt má gerast. Um ikki at rulla lógina aftur var semja tó um, at mann skal endurskoða lógina og gera tað betur fyri tey, ið hava tørv á bili.
MEGD heldur tað vera jaligt, at politisk undirtøka tykist at vera fyri, at hygga at skipanini av nýggjum. Vit hava fyrr víst á, at hjá fólki við breki var tað eitt bakkast, tá skipanin varð tikin av fyri tveimum árum síðani.
Kanning vísir týdningin
Nýggja livikorkskanningin ”Fyritíðarpensjonistar í Føroyum” sum MEGD hevur latið gera, varpar ljós á stóra týdningin sum m.a. bilurin hevur fyri flytførið hjá hesum samfelagsbólki.
”At flyta seg ella koma runt verður í fleiri førum orðað sum “frælsi”. Frælsi er at koma út at hyggja seg um, at uppliva heimin, hóast ein er sjúkur og skerdur, tí tað styrkir sjálvkensluna og trivnaðin.” [i]
Samrøðurnar í kanningin, sum vóru gjørdar áðrenn stuðulin til avlamisbilar varð tikin av, vísa, at bilurin fyri mong er bindiliður til umheimin og til luttøku. Nógvir fyritíðarpensjónistar hava egnan bil og kunnu koma har, teimum tørvar. Bilurin er ein lívlinja.
“Eg eri bundin at bili. Havi eg ongan bil, so komi eg ikki í samband við nakað menniskja. Heldur ikki familjuna.”
Samstundis vísir kanningin, at fyritíðarpensjonistar eru ein láglønarbólkur í samfelagnum, sum hevur ein inntøkukarm, ið liggur væl undir tí, sum ein meðal arbeiðsinntøka gevur. Hetta stuðlar eisini greitt undir tað, sum MEGD fyrr hevur víst á: at summir fyritíðarpensjonistar hava ikki ráð at keypa bil og tørva tí stuðul til at kunna útvega sær ein bil.
Tí var tað gleðiligt at lesa áliti frá Trivnaðalnevndini, hóast ein partur av nevndini ikki tekur undir við lógaruppskotinum. Tað gevur hóast alt eina vón um, at skipanin verður endurskoðað og kemur aftur kortini.
At døma eftir tí, ið kom fram í samband við viðgerina av uppskotinum frá Sambandsflokkinum, rokna vit við, at hetta verður eitt av teimum fyrstu lógaruppskotunum, ið vit fara at fáa til hoyringar frá landsstýrinum, fyrst í komandi ári.