Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eyðgunn Samuelsen avmyndað í miðlarúminum í løgtinginum mikudagin 17. desember | Mynd: Jóhann Lützen

Eyðgunn fann 1 mió. krónur til Varpið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.12.2025 - 11:10 Mentan Politikkur Tíðindi

Fíggjarlógin fyri 2026 varð samtykt ígjárkvøldið og stóra søgan í Klaksvík er at Varpið fekk 1 mió kr. í stuðli

 

Her í Klaksvík hava fólk staðið spyrjandi tí mentanarhúsið Varpið ikki hevur fingið stuðul eins og hini mentanarhúsini í Føroyum.

Mánadagin 15. desember spurdu vit Eyðgunn Samuelsen, forkvinnu í fíggjarnevndini um Varpið fekk tann stuðul tey høvdu søkt um, men Eyðgunn svaraði at ein samd fíggjarnevnd ynskti ikki at lata rakstrarstuðul.

Nógvur kritikkur var av samgonguni og á facebook harmaðust millum annað javnaðarfólk í Klaksvík øgiligt um støðuna. 

Vit vóru í løgtinginum mikudagin 17. desember og fingu orðið á Eyðgunn Samuelsen. Tá segði hon, at arbeitt varð við at finna eina loysn. 

Og til triðju viðgerð í gjárkvøldi var eitt broytingaruppskot har Varpið fekk 1 mió. krónur í íløgustuðuli. Málið varð samtykt. Talan er um eina eingangs-upphædd.

Broytingaruppskotið er undirskrivað av Eyðgunn Samuelsen, Bjarna Hammer, Dennis Holm, Hannu Jensen, Beinir Johannesen og Steffan Klein Poulsen løgtingsfólkum. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…