Miriam og Niels Vang í Betesda mánakvøldið
Á bønarmøtinum í Betesda mánakvøldið fara Miriam og Niels Vang at greiða frá arbeiði teirra fyri HARRAN í Eysturgrønlandi.
Eisini verður dópur. Eftir at hava verið á bíbliuskúla hjá trúboðanarfelagsskapinum NTM fluttu Miriam og Niels í 2001 til Eysturgrønlands at virka sum trúboðarar.
Høvuðsbýurin er Tasiilaq við uml. 2000 íbúgvum, og so eru 5 smáar bygdir við íalt 1000 íbúgvum, sum eru Kuummiut, Kulusuk, Tiniteqilaaq, Isortoq og Sermiligaaq.
Fyrstu árini búðu Miriam og Niels í Kuummiut, og í 2016 fluttu tey bústað til Tasiilaq, har tey nú búgva. Í dag er ein lítil samkoma í Tasiilaq, har møti er hvønn sunnudag og hvørt hóskvøld. Nógv ung koma í samkomuna, og Miriam og Niels samskifta nógv við hesi. Eisini eru bíbliutímar við teimum, sum hava játtað trúgv, og onkuntíð verður skipað fyri serligum gentukvøldum.
Miriam og Niels eiga børnini Jóhan, Lydia og Kezia, og fimm barnabørn.
Røturnar í Klaksvík
Miriam Vang er vaksin upp í Grønlandi. Foreldrini eru Jonna og Hans Sivertsen, sum í 1970 fóru til Grønlands, har tey virkaðu saman sum trúboðarar í Grønlandi, bæði í Nuuk og barnalegunum við Ameralikfjørðin.
Í 2017 tók HARRIN Jonnu heim til Sín, og í 2018 flutti Hans heimaftur til Klaksvíkar, her hann nú býr.
Á bønarmøtinum mánakvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra Niels og Miriam greiða frá teirra arbeiði fyri HARRAN í Grønlandi