Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað var ein lætti, tá Russland og Noreg í farnu viku skrivaðu undir fiskiveiðuavtalu. Nú standa Føroyar fyri tørni | Mynd: FiskerForum

Hvat stendur uppá spæl?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.12.2025 - 10:36 Leiðarin Politikkur Vinna

Samráðingarnar við Russland um fiskiveiðuavtalu fyri 2026 eru loksins farnar í gongd. Í júst farnu vikuni skrivaðu Noreg og Russland undir, og tann avtalan kann geva ábendingar um, hvat er í væntu. Fyri Noreg minkar toskakvotan, meðan hýsukvotan veksur.

 

 

Eftir nógva óvissu seinastu mánaðirnar komu Noreg og Russland loksins ásamt um eina fiskiveiðuavtalu fyri 2026. Leingi var ivi um, hvørt ein avtala í heila tikið fór at verða gjørd, tí Noreg hevur sanktionerað russisk skip eftir fyrimynd frá ES. Men nú er avtala so undirskrivað, har toskakvotan minkar 16%. Norski parturin verður 139.827 tons, ið er tað lægsta síðani 1991, tá Sovjetsamveldið fór í upploysn.

Marianne Sivertsen Næss úr Arbeiðaraflokkinum, ið er hav- og fiskivinnumálaráðfrúgv í Noregi, sigur, at tað serliga hava verið sanktiónirnar, ið hava gjørt samráðingarnar avbjóðandi, og hon fegnast tí um, at tað kortini eydnaðist at fáa eina avtalu í lag. Og tey flestu í Noregi eru væl nøgd við avtaluna, hóast toskakvotan minkar. Enntá í norsku andstøðuni er nøgdsemi at síggja. Serliga tí at orsøkin til, at hon minkar, er, at toskastovnurin í Barentshavinum skal hava frið til at vaksa aftur.

Umstøðurnar líkjast tí nógv – Føroyar hava eisini innført heimild fyri at sanktionera, og tá samlaða kvotan í Barentshavinum minkar, mugu Føroyar helst vænta, at føroyski parturin somuleiðis fer at minka. Landnyrðings-arktiska totalkvotan, sum NRK rópar hana, av toski verður 285.000, sum er 16% minni. Harav fær Noreg knapt helvtina. Norska kvotan av hýsu veksur hinvegin við 18%. Er áhugi fyri hinum tølunum, er leinki niðast í hesi greinini.

Hvat sanktiónunum viðvíkir, so hevur Russland gjørt greitt, at fiskiveiðiavtalan frá 1977 er í vanda, um Landsstýrið ger álvara av at nýta heimildina, sum Landsstýrið hevur fingið til at sanktionera russisk reiðarí. Enn hevur Landsstýrið ikki gjørt tað, og tí ber framvegis til at fáa avtaluna í hús, men hugsast kann, at Russland fer at innskerpa avleiðingarnar, skuldi Landsstýrið gjørt tað, undir fiskiveiðusamráðingunum, sum altso nú eru í gongd.

Í skrivandi stund sær tað bjartari út, enn tað hevur gjørt, tí man hevur stúrt fyri at missa allan russiska marknaðin vegna heimildina til sanktiónirnar, og somuleiðis hevur verið uppá tal, at fiskiveiðuavtalan var í vanda. Men eftir russisku útmeldingarnar um, at tað bara verður aktuelt, um heimildin verður brúkt, kunnu Føroyar taka tað eitt sindur róligari. Tað merkir nevniliga, at tað er upp til Føroyar sjálvar at gera av, um vit vilja hava fiskiveiðuavtalu ella ikki.

Men sum nevnt sær tað út til, at toskakvotan fer at minka, og tað hevur sjálvsagt avleiðingar fyri føroysku fiskivinnuna.

Samráðingarnar í ár eru talgildar.

 

 

Kelda til norsku avtaluna: https://www.nrk.no/tromsogfinnmark/enighet-om-norsk-russisk-fiskeriavtale-for-2026-1.17699037

Lýsing
Seinastu tíðindini
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…