Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Rúna Wenningsted Hansen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.06.2026 - 21:08 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja av suðuri ella landnyrðingi hetta vikuskiftið. Lýggj luft kemur hendavegin sunnaneftir, og hitalagið er farið nøkur stig upp. Ikki sørt at tað er vorðið grønari í bø og haga.

Tað er eitt lágtrýst langt vestri í havi, sum er moturin í rørsluni. Í rákinum er eitt sindur av ælaveðri og eisini eitt brúgvalag. Tað fara vit at merkja sunnunáttina. Seinnapartin sunnudagin fer lágtrýstið at koma nær, og vindurin fer at veksa nakað.

 

Men taka vit veðrið hetta vikuskiftið, so fer hann at liggja við einum loti av suðuri í nátt, men í morgin ári fer at vera eitt frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið, mest norðanfyri. Sunnunáttina samdrigið og regn. Hitin 10 til 13 stig.


Sunnudagin upp í frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Út á seinnapartin lækkar hann niður í sunnan og veksur upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s, og um kvøldið smáskýggjað og turt. Mánanáttina minkar vindurin aftur niður um 7 m/s. Hitin 10 til 13 stig.  

 

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…