Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ein unglingi kom rættiliga illa fyri, tá ið hann var á veg heim úr arbeiði. Hann kom gangandi eftir Nólsoyar Pálls Gøtu, og eitt stað millum Effo og Keypssamtøkuna í Klaksvík var hann so óheppin at traðka á eina brotna fløsku og skar seg heilt illa. Mamma hansara heitir á fólk um ikki at tveita glasfløskur frá sær.
Drongurin var á veg til hús úr arbeiðinum, tá hann traðkar á eina brotna vodkafløsku, sum onkur hevði tveitt frá sær á ein hátt, sum gjørdi, at fløskan brotnaði. Hann sker seg so illa av fløskuni, at glaspettini skera seg heilar 5 cm upp í fótin og kvetta musklar, nervar og sinur av.
Ein ungur maður sær tilburðin og fer yvir til drongin og spennir sína reim rundan um beinið hjá honum, og saman bíða teir so eftir sjúkrabilinum. Hevði hann ikki gjørt tað, kundi tað endað uppaftur verri.
Unglingin hevur nú ligið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 6 dagar, har ein serfrøðingur í ortopediskari kirurgi, Peter Basse, hevur viðgjørt hann. Skurðirnir eru sera stórir, og drongurin hevur fingið nógvar pentur. Kirurgurin sigur, at talan var um eina stak innviklaða skurðviðgerð, men lukkutíð hevur hann nógvar royndir við tílíkum operatiónum.
Framvegis er ikki vist, at drongurin ikki fær varandi mein, men mamman sigur, at tey liva í vónini. Hann misti øgiliga nógv blóð upp á stutta tíð. Alt lívið hjá unglinganum er sett á pausu; hann skuldi annars byrja uppá eina útbúgving nú í summar. Hann er fyribils sjúkrameldaður í nakrar mánaðir, sigur hon, og kemur við eini áheitan:
Góðu fólk, latið vera við at bróta glasfløskur og lata tær liggja! Tað er veruliga vandamikið, og fólk kunnu fáa varandi mein restina av lívinum!