Fullveldispolitikkur og vantandi viðlíkahald
Almennir bygningar mugu takast niður, tí teir eru ikki hildnir við líka. Brúgvar halda ikki til tungu ferðsluna tí tær eru ikki hildnar við líka. Landsverk hevur ikki ráð til at asfaltera landsvegirnar.
Hetta eru støðan 24 ár eftir at eitt fullveldislandsstýri byrjaði at lækka ríkisveitingina.
· Tey skuldu “standa á egnum beinum”.
· Tey skuldu hava “sjálvberandi búskap”.
Og nú síggja vit úrslitið. Millum 9 og 10 milliardir eru strikaðar av inntøkusíðuni hjá landskassanum, og í meðal hevur talið á botnlinjuni (aftaná manglandi viðlíkahaldið) verið umleið 100 mió. krónur í halli um árið.
Vinnan skuldi rinda
Fyri eini 20 árum síðani varð sagt, at nú skuldi blokkstuðulin burtur, og ístaðin skuldu pengarnir takast inn frá vinnuni (tilfeingisgjøld, tøkugjøld o.a.).
Nú verður ein knøpp milliard tikin inn frá vinnuni, og vit fáa framvegis eina hálva milliard í blokkstuðli – afturat! Vit hava eitt av heimsins hægstu skattatrýstum og vit forskatta pensjónir. Vit hava einki arbeiðsloysi og mugu innflyta arbeiðsfólk. Og meðan alt Europa má økja um útreiðslurnar til verjuna, so hava vit ongar verjuútreiðslur (vit hava ikki so mikið sum okkara egna politi). Danski statskassin rinda eisini okkara dómsvald o.m.a.
Og kortini hava vit eina fíggjarlóg sum vísir 268 mió. krónur í halli, meðan landsins ognir eru við at detta sundur orsaka av vantandi viðlíkahaldi.
- Ja soleiðis royndist hatta.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin