Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Eftir aðalfundin í síðstu viku hevur nevndin skipað seg. Øll nevndin heldur áfram og eru postarnir óbroyttir. Hetta merkir at Regin Sivertsen hevur áfram sum formaður
Nevndin sær annars soleiðis út:
- Regin Sivertsen, formaður
- Durita Ljósstein, næstforkvinna
- Annika M. Arge, nevndarlimur
- Elsba J. Lervig, nevndarlimur
- Karla Matras, nevndarlimur
- Malan Berg, kassameistari
Tiltakslimur eru Vivi Olsen og Anton Højgaard.
Formaðurin, Regin Sivertsen, sigur við Norðlýsið, at roknskapurin vísti eitt lítið yvirskot og sum heild er Stjørnan eitt væl rikið felag. Seinasta kappingarár hildnaðist væl – felagið vaks í limatalinum við 42% og ger hetta Stjørnuna til ta felagið sum hevur hægst vøkstur í ítróttinum í Føroyum.
Nýggi venjarin í felagnum, Marko Brezic úr Kroatia skal leggja lag á og byggja eina venjaramentan upp í felagnum sum kann vera felagnum til gagns í nógv ár. Marko hevur síðstu trý árini verið hjálparvenjari hjá liðið í bestu kroatisku deildini, sum hevur verið greipuvinnari øll hesi trý árini – umframt at liðið er komið langt í Champions League. Kroatiska deildin er høgt í metum, og er styrkismett at vera tann 8. Hægsta deildin í heiminum. Marko kemur at skipað venjingarnar frá U8 til U12 og samstundis vera við í toyminum í SMS og 1. Deild saman við Terja Mørk.
Vænta eitt betur kappingarár fyri SMS liðið
SMS liðið verður styrkt nakað, vit høvdu eitt svingandi kappingarár í fjør og meta vit at vit eru meiri kappingarfør til komandi kappingarár. Osla Berg, Bergit Svarvadal, Tóra Eliasen, Mina Sirdal og Jancy Poulsen vóru ikki við stórar partar av síðsta kappingarár – tær vera við í komandi kappingarár – samstundis sum liðið verður styrkt við Yui Shibuya og Sarah Madsen – somuleiðis halda Julie Vanggaard og Brynja Høj fram. Hópurin var tunnur í fjør og tað munar sjálvandi øgiliga væl at fáa breidd í besta liðið.
Vit mugu betra um karmarnar fyri hondbóltin í Klaksvík.
Høllin og hølisviðurskiftið eru alt annað enn í lagið. Vit hava fingið nýtt gólv, men hølisviðurskiftini ganga ikki í mát við ambitiónirnar sum feløgini sum vara av innanduraítróttini í Klaksvík hava. Sum skilst, so verður arbeitt við nøkrum, men Stjørnan hevur onga kunning frá kommununi um hesi viðurskiftið – og eru Stjørnan og hini feløgini í hallunum í Klaksvík langt aftanfyri hini feløgini sum kappast verður ímóti í landinum – vit hava eitt lítið frímerkið til styrkisrúm sum kann rúma 3-4 íðkarum í senn og tað er alt ov lítið, samstundis sum umklæðingarrúmini og brúsuviðurskfitið eru ikki nóg góð.