Lýsing
Lýsing
Lýsing

Knit in Public - Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.06.2026 - 11:03 Mentan Tíðindi

Í Klaksvík samlast vit har sum trappan hjá heimavirkinum 1912 var, tann 13.juni kl 12. Minst til at hava stokkar og tað góða lagið við. 1912 hevur opið og hevur drekkamunn og okkurt gott. Tiltakið er liðugt kl 15. Stuttligt hevði verið um vit føroyingar eisini fara fjølment út at binda 13.juni saman við øllum heiminum

 

Hey øll sum tíma at binda!

Nú fara vit aftur at binda í tí almenna. Sjálvt um trappan hjá heimavirkinum 1912 er tikin niður, so er gott pláss uttanfyri, eitt so gott og hugnaligt stað at sita. So har verða vit   og krossa fingrar fyri at veðrið verður av tí allarbesta! Plan B er at vit seta okkum inn hjá 1912.

 

Eitt sindur um World Wide Knit in Public dagin:

KIP er eitt ókeypis tiltak‚ sum hevur til endamáls at samla øll bindi áhugaði. Altjóða heitið á degnum er World Wide Knit in Public Day.

Uttan mun til trúgv‚ aldur og kyn‚ hvaðani vit koma‚ ella hvørji vit eru‚ so er tað bindingin sum er felagsmálið.
KIP er dagurin har øll kunnu fara út á geilar og strætir at binda. Fært tú ikki møtt upp‚ set teg so bara útum við stokkunum. Seinastu árini hevur KIP veri hildið víða um annan leygardag í juni. Í ár er hann tann 13.juni.

Tað var Danielle Sanders sum tók stig til tiltakið. Tað byrjaði í 2005 og bleiv so væl móttikið‚ at dagurin var hildin í 25 ymiskum býarpørtum beinanveg. Undirtøkan er vaksandi í 2019 vóru 440 tiltøk í 33 londum. KIP er tí heimsins størsta binditiltak. Hettar verður 8. ferð vit binda in Public í Klaksvík.

Í Klaksvík samlast vit har sum trappan hjá heimavirkinum 1912 var, tann 13.juni kl 12. Minst til at hava stokkar og tað góða lagið við. 1912 hevur opið og hevur drekkamunn og okkurt gott. Tiltakið er liðugt kl 15. Stuttligt hevði verið um vit føroyingar eisini fara fjølment út at binda 13.juni saman við øllum heiminum.

Vilt tú vita meir um WWKIP‚ so kanst tú leita eftur World Wide Knit in Public á Facebook‚ YouTube‚ Instagram og Google

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland