Lýsing
Lýsing
Lýsing

Livandi Varmakelda

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.06.2026 - 09:08 Mentan Tíðindi

Eitt nýtt tónleikatiltak sá ljósið fyri fyrstu ferð í Fuglafirði tann 5. juli í fjør. Talan er sjálvsagt um Livandi Varmakeldu, sum, eftir ætlan, verður eitt afturvendandi tiltak á Varmakeldu í Fuglafirði, fyrsta leygardag í juli á hvørjum ári. Hetta er framvegis ætlanin og tiltakið skal eisini gerast betri fyri hvørt ár sum gongur. Í ár verður Livandi Varmakelda leygarkvøldið tann 4. juli. 

 

 

Karmar

Allar konsertirnar eru inni í Mentanarhúsinum, sum við stórum palli, ljósseting og dygdaranleggi spílar seg út at skapa best møguligu karmarnar.

Fyrsta framførslan verður beint eftir setanartiltakið, so á leið kl 22.00 og tiltakið endar um náttina kl. 03.30. Í hesum tíðarskeiðnum fara 5 ymiskir tónleikabólkar og einstaklingar á pallin. Skráin fevnir breitt um sjangrur og aldur – og endamálið er at skapa eitt kvøld sum er fólksligt, rúmligt, festligt – og livandi.

 

Tónleikurin 2026

Fyrsti bólkurin sum vit kunnu avdúka er eingin minni enn FAROE5! Í ár hava tær framført til Lestrargonguna og á Bátastevnuni í Vestmanna, har teltið stóð til at bresta, við eini 2000 áhoyrarum! Nú er tíðin so komin til Livandi Varmakeldu og tær eru sera spentar uppá at framføra til eitt væntandi fullsett Mentanarhús í Fuglafirði.
Fleiri tónleikanøvn koma á skránna leypandi. Fylg við á Facebook: Livandi Varmakelda og Instagram: @livandivarmakelda.

 

Atgongumerki

Tað eru bert góð 550 atgongumerki sett til sølu.
Tey fyrstu 200 fáast fyri serprís á bert 295 kr.

Prísurin fer upp á 395 kr. tann 16. juni og 495 kr. tann 3. Juli.

Keyp á atgongumerki.fo. 

Fyriskiparar

Etasjan skipar fyri Livandi Varmakeldu og eru spurningar um eitthvørt, set teg so í samband við: Ólav Larsen á tel. 504444 / t-post: etasjan@etasjan.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…