Lýsing
Lýsing
Lýsing

DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós – nýggja lagið „Tæt På“ er úti nú

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.06.2026 - 09:05 Mentan Tíðindi

Elektroniski poppbólkurin DUOPOL hevur givið út nýggja staklagið „Tæt På“, har føroyski tónleikarin Edmund Jacobsen leggur rokkin til síðis (fyri eina stund) og kastar seg út í eitt elektroniskt univers saman við unnustuni Stine Tobiesen.

 

Nýggja útgávan er fjórða staklagið hjá DUOPOL úr Esbjerg og kom út á teimum vanligu stroymingarpallunum 29. mai. Lagið sameinir popp, disco og synthwave í einum elektroniskum ljóðheimi, sum sambært bólkinum er ætlaður bæði til eftirhugsni og at skrúva upp fyri gleðini.

Fyri føroyskar tónleikafjepparar er talan um eitt heldur óvæntað fet hjá Edmund Jacobsen, sum áður hevur verið kendur úr rokkhøpi sum Chase og Norðkraft.

Nú er el-gittarin skiftur út við synthar og elektroniskar poppdreymar - fyri eina stund 

 

Frá rokki til synthpopp

DUOPOL varð stovnað í 2024 av Edmund Jacobsen og unnustu hansara, Stine Tobiesen. Verkætlanin byggir á reindyrkaðan elektroniskan popp, har arbeiðsbýtið er greitt. Stine Tobiesen syngur og hevur skrivað tekstin til „Tæt På“, meðan Edmund Jacobsen hevur skrivað tónleikin, spælt ljóðførini og staðið fyri bæði mixi og mastering.

 

Rokkurin bíðar ikki í allar ævir

Hóast nýggja elektroniska leiðin hevur fingið nógv pláss í seinastuni, bendir einki á, at Edmund Jacobsen hevur lagt rokkin á hillina fyri altíð. 

Sambært honum sjálvum verður hann aftur at hoyra í meira siðbundnum rokktónleiki seinni í ár, millum annað á Ljósfest í Vági og møguliga eisini á øðrum festivalum.

 

DUOPOL “TÆT PÅ” - Spotify: https://tinyurl.com/duopol-single-taet-paa 
DUOPOL “TÆT PÅ” - Streaming: https://frontl.ink/6nmabpb 
DUOPOL “TÆT PÅ” - Sjónbandslag á YouTube: https://tinyurl.com/duopol-musikvideo-taet-paa 
DUOPOL á Facebook: https://www.facebook.com/duopolmusic
DUOPOL á YouTube: https://tinyurl.com/duopol-youtube-playliste

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…