- Vit hava góðan kjans í finaluni
Thorvald Danielsen er liðskipari á flogbóltslandsliðnum, ið skal spæla finalu í dag klokkan 16 ímóti San Marino. Teir eru staddir í Norðurírlandi, har CEV SCA Championship-kappingin hjá monnum hevur verið um vikuskiftið
Thorvald sigur soleiðis um vánirnar: – ”Vit hava spælt heilt væl hesa kappingina. Vit spældu fyrst ímóti Norðurírlandi, ið vit hava spælt ímóti áður, men annars ikki kendu so væl, og har vóru vit væl betri enn teir. So spældu vit ímóti Írlandi, meðan San Marino vann á Skotlandi. Í gjárkvøldi spældu við hálvfinalu móti Skottlandi og vunnu í fimm settara. Vit hava tapt ímóti San Marino áður, so teir hava eitt sterkt lið, men eg haldi, at vit hava góðan kjans”. Um liðið sigur hann víðari:
– ”Burtursæð frá mær eru leikararnir rættiliga ungir. Og teir eru góðir. Vit hava eitt gott lið, og tað er ordiliga stuttligt. Men tað er ikki nummar eitt at spæla tveir dystir sama dag, og tá enntá fimmsettara. Tveir av leikarunum fingu krampa og máttu útskiftast, so tað stóð nógv á. Eg eri sjálvur moyrur, men vit fara sjálvandi ”all-in” allíkavæl, ikki minst tí tað er ein finala, sum stendur uppá spæl. Men tað er ongin loyna, at menn eru troyttir”, sigur Thorvald at enda.