Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá vinstru: Rodmundur Neilsen, Eyðun Joensen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jens Mortan Rasmussen, Martin Venned, Jákup Øssurson Mohr, Dánjal H. Vestergaard

Svimjifelagið NEPTUN

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.12.2025 - 23:45 Ítrottur Tíðindi

Nývalda nevndin í svimjifelagnum Neptun setir nú kós inn í framtíðina við góðum royndum svimjarum og góðum kreftum. Tað er við stórum spenningi og góðum vónum, nú nýggja svimjihøllin í Runavík letur upp fyri almennari svimjing eftir ársskiftið 2025/26.

Ætlanin er, at endurstovnaða felagið NEPTUN, stovnað á Glyvrum í 1964, skal vera eitt svimjifelag, sum savnar breiddina frá ungdómum til veteranar og elituna, sum tey næstu árini skal vera á heiðursmerkja- og vinnarakós - til frama fyri svimjiítróttina í Føroyum og heilsuna hjá tí einstaka.

Eisini er ætlanin at seta eitt venjaratoymi, sum fer til verka fyrst í næsta ári. Nevndin fyrireikar á øllum mótum í løtuni. Alt hetta fara vit at frætta meiri um fyrst í 2026

Eisini fegnast vit um, at vit hava tryggar og stórtiknar stuðlar, sum longu hava játtað felagnum stuðul í 2026 og í 2027. Hetta fyri at tryggja framlítandi virksemi hjá Neptun. Nevndin er sera fegin um ta ovurhonds vælvild sýnd er felagnum, nú nýggj kós er sett fyri Neptun. Virkað verður í løtuni við ætlanini at fáa felagnum ein  høvuðsstuðul.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

  • Rodmundur Nielsen, formaður
  • Dánjal Hohloch Vestergaard, næstformaður
  • Jonnhild Reynholdsdóttir, peningarøkil                               
  • Eyðun Jensen, ritari
  • Martin Venned, nevndarlimur
  • Jákup Øssurson Mohr, eykanevndarlimur
  • Jens Mortan Rasmussen, eykanevndarlimur

 

Við ynski um gott samstarv við øll, ið varða av svimjing í Føroyum .

Øllum verða ynskt eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum signað Nýggjár.

 

Nevndin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…